Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways hevur í dag yvirtikið eina nýggja tyrlu av slagnum AW 139. Talan er um ta fyrru av teimum báðum AW 139 tyrlunum, sum felagið keypti fyrr ár, eftir at avgjørt varð at skifta tyrluflotan
út. Atlantic Airways yvirtekur ta seinnu tyrluna í mars næsta ár.

Útskiftingin av tyrlunum er gjørd í samráð við landsstýrið eftir at partarnir fyrr í ár samdust um nýggjan leist fyri tyrlutilbúgving og rutuflúgving millum oyggjarnar.

Nýggju tyrlurnar koma í staðin fyri tær báðar 20 ára gomlu Bell 412, sum hava røkt tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar. Talan er um eitt stórt framstig, tí gomlu tyrlurnar eru vorðnar minni og minni virkisførar, so hvørt nýggjar og strangari reglur støðugt eru settar í gildi innan tyrluflúgvingina.

- Vit hava við AW 139 framtíðartryggjað flotan við framkomnum tyrlum, sum eru bygdar sambært øllum teimum nýggjastu og herdu krøvunum til tyrluflúgving, staðfestir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

AW 139 tyrlurnar kunnu flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum. Bell 412 kunnu bert flúgva út á 127 fjórðingar at arbeiða í 30 minuttir.

AW 139 hava í neyðstøðum og undir sjúkraflutningi pláss fyri tveimum børum, umframt at tvey av manningini og fýra avvarðandi kunnu vera í kabinuni. Bell 412 hava einans rúm fyri einari børu, tveimum av manningini í kabinuni og trimum avvarðandi. Samanumtikið er nógv meira pláss til bjargingararbeiði umborð á nýggju tyrlunum.

Cruise ferðin hjá AW 139 er 260 km/t, og mesta ferðin er 303 km/t. Bell 412 hava somu cruise ferð og mestu ferð – í báðum førum 195 km/t.

AW 139 taka 15 ferðafólk, og Bell 412 hava rúm fyri níggju ferðandi. AW 139 eru eisini útgjørdar við sonevndum ”super silent kabinum”. Ljóðið umborð svarar sostatt til ljóðið umborð á einum ferðafólkaflogfari, og tí er ikki neyðugt við hoyrivernd, sum er alneyðug umborð á Bell 412.

Nýggju tyrlurnar eru eisini útgjørdar við framkomnu RNP-tøknifrøðini, ið verður brúkt umborð á Airbus flogførunum, og sum ger tað møguligt at flúgva lægri og í verri sýni enn í dag.

Atlantic Airways hevur í fleiri umførum leigað AW 139 tyrlur til eitt nú flúgving í oljuvinnuni, og tí hevur felagið longu manning við hollum kunnleika at handfara og flúgva AW 139.

Almenn móttøka fyri nýggju tyrluni verður á flogvøllinum í Vágum í komandi viku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo