Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Beint nú arbeiðir Atlantic Airways við at fáa IATA Operational Safety Audit (IOSA) góðkenning, sum helst verður klár í september. Hetta gevur flogfelagnum møguleika at bjóða flogførini út til wet lease, tað vil siga at bæði flogfar og manning verða leigað út.

Pætur Rasmussen, netverks og chartur stjóri, sigur við miðilin Takeoff.dk, at hann metir ikki at føroyski marknaðurin er nóg stórur til tvey flogfeløg.

- Fram til nú hava umleið 250.000 setur verið útboðin árliga  og vit hava havt umleið 180.000 ferðafólk, sum gevur ein load factor á umleið 70%. SAS kemur við 120.000 setrum afturat, og eg veit ikki við hvussu nógvum ferðafólkum – kanska 20.000? – og hetta fær load factorin niðar á umleið 50%, sum er ósunt fyri bæði feløgini, sigur Pætur Rasmussen.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo