Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Atlantic Airways var 29. januar 2021 dømt at gjalda kunda endurgjald fyri avlýsta flogferð. Kundin skuldi í mai 2020 ferðast úr Billund til Føroya, men ferðin varð avlýst av koronuumfarssóttini.

Trafik- og Bygningsstyrelsen kom m.a. fram til fylgjandi:  

”Det følger af artikel 5, stk. 1, litra a), at det er det transporterende luft[1]fartsselskab, der har ansvaret for at tilbyde passagererne bistand i henhold til artikel 8, når et fly aflyses. Det er i artikel 8 fastsat, at passagererne skal tilbydes valget mellem refusion af den fulde købspris for billetten og en omlægning af rejsen”.

Atlantic Airways skuldi gjalda kundanum endurgjald innan 4. vikur. Kundin rykti so eftir endurgjaldinum eftir 4. vikur, men Atlantic Airways hevur enn ikki goldið kundanum endurgjaldið, sum hann hevur rætt til sambert flogferðslumyndugleikanum, Trafik- og Bygningsstyrelsen.

Tað er siðvenja, at flogvinnan í danska kongaríkinum, fylgir niðurstøðunum hjá Trafik- og Bygningsstyrelsen.

Tað er sami myndugleiki sum hevur eftirlit við øllum, sum hevur við flogvinnuna í Føroyum at gera. Herundir eisini trygd, viðlíkahald og flogloyvi.

Um so er, at Atlantic Airways ikki vil gjalda kundanum endurgjald, so kann málið enda i rættinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo