At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á myndini síggja vit Elina Heðinsdóttir Joensen, forsteta í ÍSF (til høgru), og Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways, tá stuðulsavtalan varð undirskrivað

Á myndini síggja vit Elina Heðinsdóttir Joensen, forsteta í ÍSF (til høgru), og Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways, tá stuðulsavtalan varð undirskrivað

Føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, verður høvuðsstuðul hjá øllum teimum føroysku íðkarunum, sum luttaka á Oyggjaleikunum 2017, sum í summar verða í Gotlandi.

“Oyggjaleikirnir eru sera umráðandi fyri føroyskan ítrótt, tí har eru sera nógvar ítróttargreinir umboðaðar. Tí eru leikirnir eisini ein sera góður pallur hjá nógvum av teimum smáu ítróttargreinunum at vísa sítt dugnasemi. Tað er tó kostnaðarmikið at luttaka á einum slíkum tiltaki við so nógvum íðkarum, og tí eru vit sera fegin um stuðulin frá Atlantic Airways,” sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways:

“Oyggjaleikirnir eru eitt sera jaligt tiltak, ið bæði gevur nógv til ítróttarumhvørvið í Føroyum, men eisini er við til at seta Føroyar á heimskortið. Tí eru vit sera fegin um at kunna gera okkara til at stuðla føroysku luttøkuni á Oyggjaleikunum í 2017.”

Atlantic Airways flýgur tveir túrar í samstarvi við Ítróttarsamband Føroya beinleiðis úr Vágum til Gotlands við umleið 300 føroyingum í sambandi við Oyggjaleikirnar.

Leikirnir vera 24.-30. juni 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo