Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í dag hevur føroyska flogfelagið Atlantic Airways undirskrivað sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um keyp av tveimum nýggjum Airbus A320neo flogførum.

Hetta fór fram á Le Bourget Air Show í París seinnapartin. Sambært sáttmálanum við Airbus, verður keypsprísurin ikki almannakunngjørdur.

Fyrra flogfarið skal vera liðugt seint í 2023, og seinna flogfarið verður latið flogfelagnum fyrra hálvár í 2024.

Samanborið við vanligu Airbus-flogførini eru neoflogførini meira umhvørvisvinarlig.

Tey brenna upp til 20% minni, og eisini er óljóðið frá flogførunum 50% minni.

Neo-flogførini hava somuleiðis pláss fyri fleiri ferðafólkum samanborið við minstu flogførini í flotanum, sum eru av slagnum Airbus A319, sum nú eru vorðin ov lítil til vøksturin í ferðafólkatalinum.

- Atlantic Airways arbeiðir støðugt við at knýta Føroyar nærri umheiminum við fleiri fráferðum, nýggjum farleiðum, samstørvum við onnur flogfeløg og áhaldandi altjóða marknaðarføring av Føroyum sum ferðamáli.

- Okkara mál er eisini at hava ein nýmótans flota við nýggjastu tøknini, og tí mugu vit eisini brynja okkum til framtíðina við at gera íløgur í nýggj flogfør fyri áhaldandi at vera kappingarfør, bæði tá ið tað kemur til ferðaseðlakostnað, men ikki minst eisini umhvørvisliga, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður, sum var við til at undirskriva sáttmálan í París seinnapartin.

- Hesi bæði nýggju flogførini eru við til at framtíðartryggja Atlantic Airways. Nýggju flogførini eru tey mest orkusparandi av sínum slagi, og tey geva størri fleksibilitet, bæði tí tey kunnu flúgva longri teinar, og tí tey taka fleiri ferðafólk, sigur nevndarformaðurin.

Um ein mánað kemur fyrsta neo-flogfarið í flotan, sum verður langtiðarleigað frá amerikanska felagnum Air Lease.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo