Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur fram. 16.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í februar, og tað er 30 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør.

Stóri vøksturin stavar serstakliga frá súlu-ferðaseðlum, ið skulu nýtast áðrenn 1. apríl í ár, tá súluskipanin fer í søguna. Freistin at bíleggja súluferðaseðlar var úti 1. februar. 

Fyrstu tveir mánaðirnar í ár flugu tilsamans 32.300 ferðafólk á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað eru 17 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 27.500 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.

Í februar varð flogið rættstundis í 89 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 8 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør. Reglusemið var 97 prosent.

Higartil í ár er flogið rættstundis í 86 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 9 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2015.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo