Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í sambandi við tíðindaflutningin um uppsagnirnar av tveimum flogternum hjá Atlantic Airways, vil felagið koma við hesum viðmerkingum.

Fyrst og fremst eru vit sera hørm um støðuna, nú tvær flogternur í síðstu viku vórðu sagdar úr starvi.

Tað er ongantíð ein løtt avgerð at siga starvsfólki upp, og ein uppsøgn er altíð seinasti útvegur hjá okkum sum arbeiðsgevara.

Vit vilja tó gera greitt, at tungtvigandi orsøkir liggja sum grund fyri uppsøgnunum.

Vit vísa staðiliga aftur, at uppsøgnirnar yvirhøvur hava nakað við fakfelagsleiklutin hjá uppsøgdu flogternunum at gera.

Flogternurnar hjá Atlantic Airways eru settar eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er galdandi til 1. november 2019.

Flogternurnar hava stovnað fakfelagið „Súlan”, sum hevur biðið um samráðingar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um nýggjan sáttmála.

Flogskipararnir hjá Atlantic Airways hava verið í júst somu støðu, og 1. apríl í ár var ein fýra ára sáttmáli gjørdur millum Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Vit hava fingið upplýst, at semja er um at nýta sama leist til samráðingarnar millum Súluna og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum verða í heyst.  

Atlantic Airways hevur onki hoyrt frá Flyvebranchens Personale Union (FPU) í sambandi við uppsøgnirnar uttan tað, ið hevur verið ført fram í miðlunum.

Tað, sum FPU higartil hevur ført fram í miðlunum, lýsir eftir okkara tykki ikki veruligu støðuna.

Jóhanna á Bergi
stjóri, Atlantic Airways

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo