Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways og Visit Tórshavn hava gjørt avtalu um tyrluflúgving fyri ferðafólk. Talan er um eina royndarverkætlan fyribils galdandi til endan av 2017.

Tyrlan fer at flúgva styttri túrar úr Tórshavn mána- og mikudagar, og flogtíðirnar eru lagdar soleiðis til rættis, at tær ikki ganga útyvir vanligu rutuflúgvingina millum oyggjarnar. Hetta er at rokna sum leigu túrar og møguleiki verður at bíleggja túranar hjá Visit Tórshavn.

Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn fegnast um avtaluna:
“Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá okkum at fáa eitt slíkt tilboð til ferðafólk í Tórshavn, og vit vita, at nógv vilja síggja Føroyar úr luftini. Hetta er ein partur av strembanini eftir at fáa ferðafólk at leggja meiri pening eftir seg her í Føroyum.”

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways:
“Hendan avtalan fer at geva ferðafólkum í Føroyum ein øðrvísi møguleika at uppliva okkara vakra land og er eisini ein liður í arbeiðinum av at marknaðarføra Føroyar. Týdningarmikið er tó at siga, at fremsta uppgávan hjá tyrluni er at vera tøk í tilbúgvingini, og uppgávurnar í tí sambandi verða til eina og hvørja tíð tiknar framum ferðafólkaflúgving."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo