At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ársúrslitið eftir skatt hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum var í fjør hall uppá 63,8 milliónir krónur. Tað kunngerð felagið á heimasíðuni. Talið skal samanberast við vinning uppá 24 mió kr í 2018.

 

Bruttovinningurin var 0, útreiðslurnar til oljuleiting 400 tkr og útreiðslurnar til umsiting 5,8 mió kr í mun til 11,3 mió kr árið fyri.

 

Virðini hjá partaeigarunum eru uppgjørd til góðar 17 mió kr. Felagið eigur ongar pengar á bók.

 

Mark T. Højgaard, stjóri, sigur í viðmerking, at vánaliga støðan á oljumarknaðinum heldur fram at vera ein avbjóðing hjá felagnum, og at tí er hildið áfram við at skerja útreiðslurnar, sum nú bara eru ein helvt av tí tær vóru í fjør. Framleiðslan frá Orlando oljukelduni, sum felagið eigur í, og sum er grundarlagið undir felagnum, vísti seg at blíva minni enn væntað.

 

- Kemur framleiðslan í rættlag, og um oljuprísurin rættar seg aftur, so væntar felagið at hava positivan peningastreym í ár.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo