Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hetta eru truplar tíðir fyri flogvinnuna kring allan heim. Her heima er einki undantak. Tó haldi eg, at vit kundu gjørt tingini annaðleiðis.

Vit eiga øll okkara tjóðarfelag, og tí er tað landsstýrið, sum hevur ábyrgdina av, at Atlantsflog kemur so óskalað sum gjørligt ígjøgnum kreppuna.

Her kundi landsstýrið verið frammi í skónum og garanterað Atlantsflog likviditet, so ongar uppsagnir vórðu framdar fyribils, til vantandi flúgvingin verður tikin uppaftur.

Eisini kunnu landsins myndugleikar seta dato á, nær flúgvast kann til grannalond okkara, soleiðis at tryggleiki valdar um ein part av flúgvingini.

Nú tá ið uppsagnartilgongdirnar eru í hæddini, er vert at spyrja, um allar reglur við uppsagnum og tilgongdum til tess eru í lagi.

Fólk, sum hava tænt felagnum, hava rætt til virðiliga viðferð.

Flogvøllurin og arbeiðsplássini har hava stóran týdning fyri Vágar og fólkið, har býr. Og tí rakar hetta eisini familjur og tilverugrundarlagið í oynni sera hart. Tað er tí av stórum týdningi, at fólkini, sum eru uppsøgd, fáa lyfti um, at tey verða sett aftur, tá vanliga flogferðslan verður tikin upp aftur.

Eg vil tí heita á landsstýrið um at tryggja Atlantsflogi likviditet og forða fyri, at fleiri uppsagnir verða veruleiki. Eisini at streingja á at finna eina loysn við testum o.ø. soleiðis at flúgvast kann millum Norðurlond.

Jóhannis Joensen
Javnaðarflokkurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo