Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Tekur tú tøkugjald, so kann tað eitt gott ár ikki merkjast nógv, men tann dagin, tá ið yvirskotið fer at minka aftur í alingini og tað verður tað, jú nærri tú kemur til framleiðsluprís, jú størri og størri partur fer í landskassan.

Millum annað soleiðis segði Atli Gregersen í samrøðu við Útvarpið, eftir at nýggja samgongan hevði boðað frá sínum ætlanum viðvíkjandi vinnuni.

-  Við einari vanligari og lítlari inntjening, so fara eini 50-70 prosent beinleiðis í landskassan, og tað merkir, at alivinnan í Føroyum fer at stagnera, meðan alingin í grannalondunum fer at halda áfram at vaksa.

Sum heilt eru politikarar alt ov bráðir, heldur Atli Gregersen.

- Henda samgongan minnir meg nógv um tað seinastu samgonguna sum yvir háls og herðar gjørdi nakrar stórar broytingar og tað ger henda samgongan eisini, so hetta er vorðin ein óskikkur at man fer fram eftir fummum, ístaðin fyri at ein nevnd verður sett at arbeiða við málinum og sum kemur við eini loysn sum er til frama fyri landið og alivinnuna.

- Tað sum er til frama fyri landið nú, er gott, men tað sum er til frama fyri alivinnuna er eisini til frama fyri landið upp á sikt, vísti stjórin á.

- Eg haldi at tað er rætt, at um alivinnan tjenar væl av pengum, so verður goldið í mun til tað. Tjena vit lítið, so skulu vit framvegis gjalda nógv, so stagnerar alivinnan og tað verður samfelagið og tann sum arbeiðir í alivinnuni, tann sum er veitari til alivinnuna, sum verður taparin. 

- Tí at alivinnan fer at stagnera, og tað er tað sum er tað keðiliga við tí.

- Tá man er komin niður á undirskot, er ætlanin at minka tøkugjaldið, so hevur mann hóast alt góðkent prinsippið um, at um einki er at taka av, so skal mann gjalda minni. Men framvegis verður lagdur ein steinur omaná byrðu við at gjaldast skal eitt sindur, sjálvt um tað er undirskot.

- Men tað sum er tað verra er, at tú skalt gjalda eitt høgt tøkugjald líka niður á breakeven, tað vil siga at breakeven fer at koma nógv fyrr, umleið 2 krónur fyrr í framleiðslukostnaðinum fert tú at raka breakeven og harvið fer føroyska alivinnan at verða afturúrsigld í mun til kappingarneytarnar og tað verður samfelagið sum tapur, tí at alingin stagnerar.

- So eg vil ávara upp á tað kraftigasta at gjørt verður á henda hátt. Heldur seta seg umaftur og siga, hvussu nógvar pengar mugu vit hava og so finna eitt gjald ella skatt, tí skatturin er har frammanundan.

- Um man ikki vil brúka skatt, so má man rokna yvirskotið á ein annan hátt og tað ber væl til. Tað ber væl til at hyggja eftir miðalyvirskotinum í Noreg til dømis, tí vit hava nøkunlunda somu fortreytir, kanska eini 20 prosent betri í Føroyum, men so leggur mann 20 prosent afturat yvirskotinum í Noregi.

- Sjálvandi má landið tryggja sær at pengarnir koma í kassan, tað dugi eg at skilja, antin tað so verður við skatti ella øðrum, segði Atli Gregersen millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo