Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Sustainability, burðardygd, er ikki bara eitt orð vit brúka, tað er nakað vit meina. Vit skulu ikki gera nakað sum oyðileggur fyri komandi ættarlið, men vit skulu virka í samljóði við náttúruna.

Orðini eigur stjórin í alifyritøkuni Luna, Atli Gregersen, sum iLaks.no hevur tosað við.

– Vit fara at taka fisk her um nakrar vikur. Her svimja umleið ein millión fiskar, og tað gevur 5-6.000 tons. Men hetta brúkið kann bera meira fisk. Vit hava havt 1,5 milliónir fiskar, men vit fingu ov nógva lús. Vit økja aftur, tá ið vit hava loyst lúsatrupulleikan, sigur hann millum annað við iLaks.

Spurdur, um Luna eisini ætlar sær at ala rognkelsi, svarar stjórin:

- Vit hava hugsað um tað. Eitt føroyskt orðatak sigur at «har sum tú ikki ert sjálvur, ert tú ikki meira enn hálvur». Men vit vildu koma fyrr á mál, tí lúsastøðan er álvarsom. Lúsamarkið í Føroyum er hægri enn í Noregi, tað er tvær kynsbúnar lús per fisk, sigur hann.

Les grein her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo