Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- 5.apríl sleit fóðurflakin Hellutangi á Víkum. Hann rak á land við Reipsáfoss. Vit hava síðani  arbeitt við at fáa yvirlit yvir støðuna fyri at finna bestu loysnina.

- Støðan er ikki góð. Flakin er sokkin, og hevur fingið stóran skaða í botnin niðarliga á bakborðssíðu. Tó tykist ovari partur av flakanum at vera í hampiligum standi, sigur Atli Gregersen í frágreiðing um støðuna viðvíkjandi Hellutanga.
 
- Vit hava, saman við serfrøðingum innan- og uttanlands, viðgjørt hvørjir møguleikar eru at bjarga flakanum.

- Niðurstøðan er, at av tí at flakin er heilur omandeks og á síðunum, ber til at lyfta hann upp við luft, um vit fáa tett øll op.

- Hetta arbeiðið er farið í gongd, men av tí at Víkar er eitt sera kyrruvánt stað, og tí at líkindini eru vánalig, kemur bjargingarroyndin at taka drúgva tíð.

- Støðan viðvíkjandi Hellutanga er annars stabil, sum hann liggur nú. Vit hava dagligt eftirlit við støðuni hjá flakanum og veðurlíkindunum á staðnum, sigur Atli Gregersen, stjóri.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo