Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nýggja venjaratoymið hjá U21-landsliðnum, Atli Gregersen og Sámal Erik Hentze - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýggja venjaratoymið hjá U21-landsliðnum, Atli Gregersen og Sámal Erik Hentze - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýggja venjaratoymið hjá U21-landsliðnum, Atli Gregersen og Sámal Erik Hentze - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Eg ivaðist onga løtu, tá eg fekk møguleikan at halda fram. At vera U21-landsliðsvenjari er sera spennandi, og tað er hugaligt at vera partur av menningini av okkara ungu spælarum, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Eftir at hann hevur staðið á odda fyri U21-landsliðnum seinastu seks dystirnar í farnu EM-undankapping, er nú greitt, at Sámal Erik Hentze heldur fram í starvinum. Fyrrapartin hósdagin skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Sámal Erik, ella Bagge, sum hann eisini verður nevndur, undir nýggjan 2 ára sáttmála.

At hjálpa sær fær Bagge ein kendan mann í føroyska fótbóltsheiminum. Nýggjur hjálparvenjari verður nevniliga fyrrverandi liðskiparin á A-landsliðnum og Víkinga-kempan, Atli Gregersen.

– Hetta verður heilt sikkurt ein spennandi og mennandi uppgáva fyri meg sum venjara. Eg kenni væl Bagge frá tíðini í Víkingi, og eg ivist onga løtu í, at samstarvið verður gott fyri báðar partar, sigur Atli Gregersen í stuttari viðmerking.

Greitt er eisini, at Rúni Klein Joensen heldur fram sum málmansvenjari hjá U21-landsliðnum næstu tvey árini. Lutakastið til komandi EM-undankapping verður tann 28. januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo