Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, ið skal orða ætlan fyri, hvussu ung við sálarligum avbjóðingum kunnu fáa eitt miðnámsskúlatilboð, sum er tillagað til tørvin.

Sálarheilsa og sálarligur trivnaður hevur avgerandi ávirkan á um ung fólk megna at fullføra eina miðnámsskúlaútbúgving. Gransking hevur víst, at sálarligar avbjóðingar eru ein avgerandi orsøk til, at ung gevast við miðnámsútbúgvingini og sostatt eru í øktum vanda fyri at standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin og fáa varandi sálarligar trupulleikar.

Í 2013-14 varð farið undir eina tilgongd at tryggja øllum ungum í landinum eitt miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar. Serligt skipað miðnám varð stovnsett, sum fevnir um serflokk og serbreytir. Tað eru tó framvegis ung í Føroyum, sum ikki fáa miðnámsskúlatilboð, og tað eru somuleiðis eisini ung, sum gevast á miðnámsskúlunum orsaka av sálarligum avbjóðingum.

- Útbúgving er ein týdningarmikil førningur fyri at kunna virka í samfelagnum. Møguleikin at nema sær útbúgving er ein rættur sum allir borgara eiga, eisini um tú hevur sálarligar avbjóðingar, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

- Tí er tað okkara skylda at seta í verk átøk og fyriskipanir, sum kunnu forða fyri at ung við sálarligum avbjóðingum detta niðurímillum í útbúgvingarskipanini.

Arbeiðsbólkurin skal at koma við ítøkiligum boðum uppá átøk, sum kunnu bøta um sannlíkindi fyri, at ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, sum lúka treytirnar fyri upptøku á miðnám, megna at fullføra miðnám.

Í fyrstu siftu verður dentur lagdur á miðnám, og ætlanin er at víðka arbeiðið við átøkum í øðrum pørtum av útbúgvingarskipanini.

Landsstýrismaðurin hevur valt limir eftir tilmæli frá hesum pørtum: Almannamálaráðið, Almannaverkið, Heilsumálaráðið, Psykiatriska Depilin, Undirvísingarstýrið, Yrkisfelagið Miðnám, Føroya Tekniska lærarafelag, Nám, Sernám, og Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Tey sum manna arbeiðsbólkin eru:

  • Almannamálaráðið: Símun J. Hansen
  • Almannaverkið: Leif Olsen
  • Heilsumálaráðið: Guðrun Maria Mortensen
  • Psykiatriska Depilin: Súsanna Reinert Petersen
  • Undirvísingarstýrið: Ragnar A. Joensen (skrivari)
  • Yrkisfelagið Miðnám: Terji á Lakjuni
  • Føroya Tekniska Lærarafelag: Elsebeth Vilhelm
  • Nám: Tóra Petersen
  • Sernám: Kinnie A. Mortensen
  • Uttanríkis- og mentamálaráðið: Hanna Ziskason Hansen og Joan Knudsen (forkvinna)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo