Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Um jóltíðir møtast mótsetningar. Tað góða og tað ónda. Tað friðarliga og ógvusliga. Nýborið lív og týning av lívi.

Friðurin er ein stokkut gleði. Tað er vanliga hugsanin í kirkjuni annan jóladag. Jólaaftan er hugnaligur, vakrir sálmar og ein vónríkur boðskapur. Jóladag ljóðar frásøgnin um Jesu føðing í eini krubbu í einum fjósi.

Hesar báðar dagarnar hoyra vit um hirðarnar úti á Betlehems fløtum. Væl kend eru orðini hjá eingli Harrans: “Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði.” (Lukas 2,11).

Vónrík og lívsjáttandi tala. Vit fáa mót og áræði at halda fram, tí ein frelsari, sum gongur undan sum bjargingarmaður, er komin á leiðir várar.

Ikki minni vakur er lovsangurin hjá himmalskum herskarum: “Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki.” (Lukas 2,14).

Friður á jørð og í menniskjum góður tokki ljóðar jóladag. Longu 2. jóladag ljóða aðrir tónar. Vit hoyra um stríð, forfylging og avrætting fyri trúarsakir. Tað er ikki mætari jólasunnudag, tá ið bíbilski teksturin er um barnadrápið í Betlehem.

Friður og stríð eyðkenna jarðarlívið. Friður og stríð eru vovin saman og hava merkt tilveru manna til allar tíðir.

Eftir Jesu deyða, uppreisn og himmalsferð vaks tann fyrsta kristna kirkjan skjótt. Tørvur var á arbeiðsfólki. Lærusveinar Jesu kallaðu sjey menn til tænastu við borðini. Hesir menninir høvdu gott orð á sær og vóru fullur av heilagum anda og vísdómi.

Eitt skilagott arbeiðsbýti millum tey fyrstu kristnu var gagnligt. Talið av teimum, ið tóku við trúgv, øktist í stórum. Lærusveinarnir kundu soleiðis ótarnaðir halda fram við prædikuni, meðan onnur tóku sær av teimum praktisku uppgávunum.

Ein av hesum tænandi monnunum var Stefan, ið eisini fekk náðir at boða boðskapin um Jesus. Fullur av náði og kraft gjørdi hann stór tekin millum fólkið.

At kalla beinanvegin møtti tann kristna kirkjan harða mótstøðu. Stefan var tann fyrsti pínslarváttin, ið doyði fyri sína trúgv.

Annar jóladagur verður kallaður Sankta Stefans dagur og minnir okkum á tey, ið verða forfylgd og dripin vegna trúnna á Jesus sum frelsara. Væl kend er søgan um katakomburnar í Róm, har har tey kristnu fjaldu seg vegna atsóknir og forfylging.

Kristindómur er ikki einans viðrák á lívsins havi í silvitni undir glampandi stjørnum og mánalýsi. Eisini í 21. øld eftir Kristi føðing verða kristin forfylgd, kúgað og tikin av døgum vegna trúnna á Jesus Krist sum Harra og frelsara.

Vitja vit heimasíðuna hjá Open Doors Føroyar sæst, at talið av pínslarváttum hevur verið ræðandi høgt í nógv ár. Talan er um lond, har islam, buddhisma ella hinduisma eru tann ráðandi átrúnaðurin.

Vit kunnu nevna eitt tilvildarligt dømi á listanum. Í 2019 vóru 1350 kristin dripin vegna sína trúgv í Nigeria.

Mangastaðni í heiminum liva børn teirra kristnu í skugganum av forfylging og atsóknum. T.d. er talan er um happing og niðrandi harðskap í skúlunum. Ella tey verða sett uttanfyri tann sosiala felagsskapin.

Børn teirra kristnu verða handtikin og seld sum trælir til hart arbeiði ella kynsligar tænastur. Foreldrini verða revsað á tann hátt, at børn teirra verða atsøkt.

Vit biðja í Jesu navni í ákallan og bøn fyri líðandi kristnu brøðrum og systrum okkara úti í heimi. Samstundis hyggja vit inn í tað heimliga jørðildið við virknum kærleika.

Vit atliti at missión úti í heimi millum fremmand fólkasløg mega vit vera tilvitað um virðiligar arbeiðshættir innan manngott arbeiði. Einki menniskja eigur at verða útsett fyri forfylging vegna upphav, trúgv ella sannføring. Harðrend framferð eigur als ikki at vera góðtikin.

Vit hava nógv at takka fyri í Føroyum. Vit kunnu ótarnað boða boðskapin um Jesu føðing, lív hansara, krossfesting og deyða. Vit boða Jesu uppreisn sum lív fyri øll tey, ið ákalla heilaga navn hansara.

Hesi forrættindi mega gagna okkara fólki, so tey merkja andans ávøkstur í lívi og atferð. Vit skulu í Kristi stað vera nakað fyri tey, sum líða sosialan órætt, eru illa stødd til likams ella sálar. Vit mega birta ljós á myrkum gøtum og sita hjá teimum, ið stríðast við lívið í angist og ótta. Vit mega fara væl um tey fremmandu í Føroyum.

Líkasum Stefan bað fyri sínum atsóknarmonnum, mega vit biðja hvør fyri øðrum. Mátti lívsins Guð spart okkum fyri ta vanlagnu, at vit í talu ella skrift eru øðrum til órógv og meinboga.

Vit kunnu í Jesu navni gagna lívinum og vera menniskjum til hjálpar og signingar. Mátti tað eyðkent Harrans vitnir, at vit vísa á møguleikar fram á leið. Amen.

Orðið: “Og teir steinaðu Stefan; meðan bað hann og segði: “Harri Jesus, tak tú ímóti anda mínum!” Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rødd: “Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!” Og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur.” (Ápostlasøgan 7,59-60).

Jógvan Fríðriksson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo