Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

“Ordener hænger man kun paa Idioter” segði Heiberg, tá hann á sinni speirak um stættarstríð og einaveldi.

Og júst hetta atlitið til stættarmun og snobbarí hevur helst ført til eitt ávíst varsemi í okkara fólkaræði, í hvønn mun mann pyntar fólk við tignarligum heiðursmerkjum ella uppkallar vegir, øki ella bygningar eftir kendum fólki.

Heiberg helt lítið um alt tað, aðalin pyntaði seg við – tí, sum hann segði, “har man Hjærne, kan man jo gjærne undvære Orden og Stjærne”.

Danska blaðið Politiken, sum gevur út finansavísina Økonomi, hugleiddi herfyri um “snob-effekten” í danska sethúsamarknaðinum.

Eini hús kundu kosta miljónir meira, tí talan var um gøtu við fínum navni.

Hinvegin vísti blaðið á, øll grannalond og allir høvuðsstaðir í Europa vóru uppkallaðir í Keypmannahavn.

Sågar bæði Thorshavns- og Færøgade.

Men eitt undantak er, tí hvørki í Keypmannahavn ella í nøkrum øðrum býi í Danmark finnur tú Tysklandsgade.

Det gider man altså ikke, skrivaði Økonomi.

Man hevur hóast alt eitt vet av dannilsi.

Nøvn hava tað við sær, at vit venja okkum til tey. Hevur tú itið Heðin síðan fødsilin, so er tað tað. Og mann skuldi trúð, at tað var tað sama við gøtunøvnum.....

Og dog.

Nú gremur ungur býráðslimur í Havn seg um, at hann hevur fingið marruna og hevur plágast í fleiri ár av sínum unga lívi, tí at eitt undanfarið býráð hevur uppkallað ein stuttan sambindingarveg í Hoyvík eftir Atla Dam, sála og fyrrverandi løgmanni.

Tað stendur illa til í Hoyvík, tí hesin vegastubbin er “einkisigandi” og so stór vanvirðing, at ungi býráðslimurin hevur mist svøvnin av hesi “háðan ímóti okkara mætasta og størsta løgmanni”.

Hann fær undirtøku í býráðnum frá frú Djurhuus, sum flokstrúgv eisini heldur at tað er vanvirðiligt, at Atli bara hevur fingið ein sambindingarveg uppkallaðan eftir sær.

Og in.fo leggur sjálvandi pláss til rúilsið.

Men Atlagøta er ein snild gøta.

Ongin hevur adressu á gøtuni.

Heitið kann tí hvørki misnýtast til snobbarí ella manipulering av húsaprísinum.

Gøtan bindur á kortinum saman Løgmannabreyt vinstrumegin og Karlamagnusarbreyt høgrumegin og bústaðarøkini við Maritugøtu og Torkilsgøtu.

Atlagøta sameinir risastór bústaðarøki við kombineraða ídnaðarøkið við kirkju og skúlum.

Gøtan bindur soleiðis saman fólk og vinnulív, átrúnað og útbúgving og eystur og vestur í Hoyvík.

Og minnir tað ikki akkurát um tann semjusøkjandi Atla Dam – stóra samráðingarmannin, sum ferð eftir ferð kláraði at samstarva og sameina vinstra og høgra, loysing og samband – landsfaðirin, sum enntá snuppaði undirgrundina frá Schlüter í prosessini.

Toymið loyvir sær at ivast í, um javnaðarmanninum Atla Dam hevði dámt, at ungir, firtnir og smáfínir býráðspolitikarar í populistiskum valrúsi fóru at broyta navnið á stórkapitalistisku Karlamagnusarbreyt til Atlagøta.

Tí størri rót enn Karlamagnusarbreyt skal ein leita leingi eftir.

Tá er Atlagøta upp á allar mátar kulari og í botn og grund nógv meira sosialdemokratisk.

Vit fara tí at taka undir við einum øðrum býráðslimi, Hr. Andreasen, sum segði, at “virðið á eini gøtu ikki skal vigast eftir, hvussu nógv fólk býr har, tí ein gøta, har eingin býr, kann hava líka stóran týdning, sum ein gøta, har fólk býr.”

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo