Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Statsepidemilogurin í Svøríki, Anders Tegnell, sigur, at okkurt hevði verið gjørt øðrvísi um koronavirusið tók seg upp av nýggjum.

Tað sigur hann í eini samrøðu við Sveriges Radio í dag.

– Svøríki átti at sett í verk fleiri tiltøk longu frá byrjan av alheimsfarsóttini. Um vit rendu okkum í somu sjúku, og vit vistu júst tað sum vit vita í dag, haldi eg vit høvdu gjørt okkurt ímillum tað Svøríki longu hevur gjørt og tað restin av heiminum hevur gjørt, sigur Tegnell.

– Onnur lond hava gjørt alt í einum. Svøríki hevur gjørt tað stigvíst. Trupulleikin við at seta alt í verk í einum er, at so veitst tú ikki hvørji tiltøk geva besta úrslit, sigur hann í samrøðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo