Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nevndin í Autismufelagnum: Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin 26. mars 2022.

Forkvinnan í Autismufelagnum legði ársfrágreiðing felagsins fram, ið útgreinar, hvat nevndin hevur arbeitt við seinasta árið.

Serliga vóru hesi økir viðgjørd:
Autismufelagið – nú á fíggjarlógini
ADHD-/Autismuvegleiðingin
Tann góða tilgongdin
Heimaráðgevingin - Almannaverkið
Sernám og Barna- og ungdómspsykiatriin
Hagtøl
Psykiatriski depilin (vaksnamannapsykiatriin)
Bú- og umlættingarstovnur
Autismuflokkurin á Glasi

Á fundi 9. mai skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Jónrit Halling
Næstformaður: Djóni á Boðanesi
Skrivari: Beinta Tórsdóttir Johannessen
Kassameistari: Randi Durhuus
Nevndarlimur: Gyða Johansen
Nevndarlimur: Malan Wacher
Nevndarlimur: Elsbeth Joensen
Tiltakslimur er Bartal Højgaard

Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, og at umboða tey við autismu í almenna rúminum. Felagið virkar fyri, at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, soleiðis at tilveran hjá teimum við autismu kann gerast góð og trygg. Eisini er týdningarmikið hjá felagnum at skapa samband millum fólki við autismu og millum teirra avvarðandi. Royndir vísa, at avvarðandi at børnum, ið júst hava fingið eina diagnosu innan autismuspektrið, kunnu fáa stórt gagn av at gerast partur av einum netverki í Autismufelagnum, har tey sanna at tey standa ikki einsamøll.

Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann  gerast við at fara inn á heimasíðuna autisma.fo og velja Gerst limur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo