Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Niels Nielsen (Niels í Heiðunum), seglmakari, Debes Christiansen, skipari, og Páll J. Nolsøe, landsskjalavørður, umborð á »Westward Ho«. Teir stovnaðu í 1960-árunum Sluppgrunnin, ið sum høvuðsmál hevði at varðveita sluppina »Westward Ho« í sínum uppruna líki sum seglskip. Páll J. Nolsøe var formaður í grunninum. Mynd: Flemming Samuelsen

Niels Nielsen (Niels í Heiðunum), seglmakari, Debes Christiansen, skipari, og Páll J. Nolsøe, landsskjalavørður, umborð á »Westward Ho«. Teir stovnaðu í 1960-árunum Sluppgrunnin, ið sum høvuðsmál hevði at varðveita sluppina »Westward Ho« í sínum uppruna líki sum seglskip. Páll J. Nolsøe var formaður í grunninum. Mynd: Flemming Samuelsen

Niels Nielsen (Niels í Heiðunum), seglmakari, Debes Christiansen, skipari, og Páll J. Nolsøe, landsskjalavørður, umborð á »Westward Ho«. Teir stovnaðu í 1960-árunum Sluppgrunnin, ið sum høvuðsmál hevði at varðveita sluppina »Westward Ho« í sínum uppruna líki sum seglskip. Páll J. Nolsøe var formaður í grunninum. Mynd: Flemming Samuelsen

Sjey ár eru liðin síðan fimtanda bind av Føroya Siglingarsøgu kom út. Nú er hon aftur á gáttini  Hesaferð eru bøkurnar tvær, sekstanda og seytjanda bind, tilsaman 619 síður. Við øllum bindunum táttar samlaða síðutalið nú móti fimm túsund.

Vavið í hesum bókum, ávikavist fjórðu og fimtu um Eysturoyar handils- og skipasøgu – sekstandu og seytjandu í røðini um Føroya Siglingarsøgu – røkkur frá Garðsenda á Nesi og til Toftanes í Leirvík. Bygdirnar, ið umrøddar eru, eru fimm – tríggjar gamlar markatalsbygdir og tvær niðursetubygdir: Nes, Æðuvík, Rituvík, Gøturnar og Leirvík.

Harumframt er ein frágreiðing eftir Jákup Højgaard, kommunulækna, um íshús. Faðir hansara Dánjal Petur Højgaard, ið hevði handil niðri í Oyrunum á Toftum, var ein tann fyrsti í Føroyum at fáa sær íshús, bæði til at goyma agn og fisk í. Greitt verður frá, hvussu hesi íshús vóru innrættað og hvussu arbeiðsviðurskiftini har vóru.

Umslagsmyndin er klippmynd eftir Vígdis Sigmundsdóttir. Hon sýnir eina umbygda slupp, ið er riggað um frá snørisveiði til aðrar veiðihættir, garna- og línuveiði o.s.fr. Sluppin hevur stýrhús og skúr. Ein kona við smábarni er farin út á sjónarheyg at hyggja, um hon sær nakað til skipið, hennara næstu eru við. Hetta er tíðin, tá teir væntast at koma heimaftur. Og tá var umráðandi at vita, um flaggið var í hún ella hálvari mastur. Hitt fyrra boðaði frá góðum, hitt seinna frá ringum.

Tá Páll J. Nolsøe fór undir at geva út Føroya Siglingarsøgu valdi hann áramálið 1856-1940, frá tí at Føroyar fingu fríhandil til seinni heimsbardagi brast á. Hetta er eisini tíðin, vit rokna sum slupptíðina í Føroyum. Umrøddir vórðu handils- og útgerðarmenn og skiparar, ið høvdu verið virknir innan fyri hetta tíðarmark. Seinni varð lopið upp um garð, so at eisini virki, skip og menn, ið høvdu verið í vinnu eftir 1940 sluppu upp í part. Tá var grundarlagið fyri áramálinum 1856-1940 burtur. Seinast, tá Føroya Siglingarsøga XV, ið umrøður Tofta handils- og skipasøgu, kom út, varð hetta tíðarmark broytt til 1895-1995. Fyrra árstalið er árið, tá fyrsta skipið fær heimstað á Toftum, seinna er árið, tá Páll J. Nolsøe leggur frá sær. Hann andaðist á pálsmessu 1996, 87 ára gamal.

Hesaferð er fyrra árstalið flutt tíggju ár longri aftur, til 1885, sum er tað árið, tá ið Dánjal Davidsen á Gørðum á Nesi er bestimaður hjá Poul Nikláa Danielsen við Ryggjagarð á »Delphinen« til fiskiskap við Rock All og tvey ár seinni við sama skipi sum fyrsti føroyingur klývur upp á Rokkin (Rock All).

Farið verður bert út um 1995 í tann mun, drift hevur verið undan hesum ári til tess at fylgja gongdini hjá handils- og útgerðarvirkjum, fiskavirkjum og teimum, sum  á odda hava staðið.

Sekstanda bind av Føroya Siglingarsøgu er vígt minninum um Anton Olsen, skipara úr Rituvík. Sum skipari á danska farmaskipinum »Claru Mærsk« útinti hann heimsins størsta sjóbjargingartiltak við at bjarga meira enn trý túsund vjetnamesiskum flóttafólkum úr havsneyð í Kinahavi í mai 1975. Seytjanda bind er vígt minninum um Jóannes Johannesen (Leirvíks Jóannes), skipara og handils- og útgerðarmanni í Leirvík, sum í august 1941 saman við seks monnum gekk burtur við skipi sínum »Kristionnu« á veg úr Íslandi til Aberdeen við fiskalast.

Tað er Lise Nolsøe, kona Páll J. Nolsøe, ið gevur Siglingarsøguna út.

Framløga av Føroya Siglingarsøgu 16 og 17 verður í Steinprenti á Skálatrøð í Havn leygardagin 19. juni kl. 14-16.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo