Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kinesiskir granskarar hava funnið nýggja virusið, stendur at lesa í grein í viðurkenda læknatíðarritinum New England Journal of Medicine.

35 persónar eru higartil smittaðir við nýggja virusinum, sum hoyrir til familjuna Paramyxoviridae. Virusfamiljan er kend fyri at geva ringa sjúku.

Onnur kend virus í familjuni eru hendravirusið og nipahvirusið, skrivar norska Dagbladet.

Virusið, sum hevur fingið navnið Langya henipavirus (LayV), var funnið í sambandi við kanningar av sjúklingum við fepuri í eystara partinum av Kina.

Sjúklingrnir høvdu tað felags at allir høvdu nýliga havt samband við djór, sambært kanningini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo