Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fyrsta ódnin á vetri gevur altíð sløkkiliðnum mesta arbeiðið. Hetta helst tí, at hóast ávaringar, so eru fólk ofta rættiliga ófyrireikað.

Tórshavnar Sløkkilið heitir tí á einstaklingar, virki og stovnar, um at tryggja tað, sum liggur leyst í sambandi við væntandi illveðrið í kvøld og í morgin.

Umráðandi er at rudda og taka upp tað, ið liggur leyst, um at tryggja og binda alt, ið kann fúka og gera skaða. Best er altíð at binda um heilan fingur. Ansið serliga eftir tílíkum sum trampolinum.

Ein serliga áheitan er til tey, sum brúka brenniovnar, um at ansa sera væl eftir útlufting og at leita sær góð ráð, so ikki skaði stendst av.

Sí veðurkort her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo