Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jón Joensen skrivar: Tann 15. apríl 2020 var ein grein í tíðarritinum Nature sum umrøddi ávaringartekin í samband við korona smittu.

 

Talan er um tað sokallaðu “COVID Symptom Tracker” snildfon appina, har bretar kunnu skráseta sínar heilsu upplýsingar dagliga, herundir teirra møguligu sjúkueyðkenni í samband við korona smittu.

 

Í tíðarritinum er henda myndin, sum er eitt Venn diagram av hvussu kombinatiónirnar av sjúkueyðkenni vóru hjá hesum 1.764 korona smittaðu.

 

Synd er at siga, at henda myndin er góð at lesa, í skundi í øllum førum. Tað krevur eitt sindur av rokniarbeiði fyri at fáa samlaða yvirlitið.

 

##med2##

 

Fyri at fáa betri yvirlit yvir kombinatiónir og samanhangir í hesum data, eru tølini úr myndini skipaði soleiðis, at gjørligt er at gera eitt sokalla set-plot í R. Nýttur verður R-pakkin UpSetR sum er eitt skalerbart alternativ til Venn- og Euler diagrammir.

 

##med3##

 

Myndin er at kalla í trimum pørtum, har tann ovasti parturin sigur frá hvussu nógv fólk eru í hvørji einstakari kombinatión av sjúkueyðkennum. Matrisan niðriundir, við prikkunum, vísir einstøku kombinatiónirnar. Til vinstru sæst hvussu nógv fólk samanlagt hava einstakt sjúkueyðkenni.

Til dømis hava 281 fólk kombinatiónina møði og smakkloysi, og onki annað eyðkenni. 28 fólk hava kombinatiónina møði og fepur, og onki annað eyðkenni. Tað eru tilsamans 8% sum hava trongd sum sjúkueyðkenni og 60% sum hava smakkloysi sum eyðkenni.

Tað eru 140 fólk av 1.764, ella 8%, sum hava smakkloysi sum eyðkenni og onki annað. Hetta má metast at vera av lættara slagnum sum sjúkueyðkenni, og væntast kann tí, at hjá hópi av fólki annars, kemur tað neyvan til hugs at lata seg kanna fyri smittu. Um nú smakkloysi, er tað fyrsta tekni um smittu hjá hesum 60%, sum hava smakkloysi saman við hinum teknunum um smittu, so vil tann smittaði hava spjatt smittuna munandi áðrenn hesin kennir á sær, at okkurt veruliga er í vegin.

Greinin í nature umrøður eisini eina greining av hesum data frá 24. til 29. mars 2020, almannakunngjørd á medRχχiv tann 7. apríl 2020. Høvuðsniðurstøðan í greiningini er, at manglandi lukti- og smakksansur er ein tann sterkasta ábendingin um korona smittu. Merkisvert er eisini, at heimsheilsustovnurin WHO, umframt flestu aðrir myndugleikar á økinum, ikki hava smakkloysi á sínum listum yvir smittu eyðkenni. Greiningin vísir, at av 579 positivum, t.e. smittaðum, hava 59,41% sjúkueyðkenni smakkloysið, meðan 1.123 negativ, t.e. ikki smittaði, hava 18,97% -eyðkennið smakkloysið. Hetta gevur eitt sokallað Odds-Ratio á 6,25. Ein rá útrokning av hesum, er víst her.

 

##med4##

 

Hetta merkir, at tað eru gott og væl 6 ferðir so stór líkindi fyri ein korona smittaðan, at hava smakkloysi, í mun til ein ikki smittaðan. Sambært hesi kanningini hevur smakkloysi, í mun til øll hini sjúkueyðkennini, nógv tað størstu forklárandi effektina, sum eyðkenni fyri korona smittu. Tað skal sjálvandi takast fyrivarni fyri, at hetta ikki byggir á tilvildarligt úrval, skrásetingarnar eru sjálvboðnar, og onnur partískheit er allarhelst eisini inni í myndini. Men effektin, Odds-Ratio, er alt ov stór til, at hetta ikki eigur at verða tikið í álvara. Hesir granskararnir mæla staðiliga til, at WHO tekur smakkloysi við á listan sum eyðkenni fyri korona smittu. Mælt verður eisini til, at persónar sum merkja til smakkloysi fara í sóttarhald alt fyri eitt.

 

Føroysk data

Tað hevur neyvan nakrantíð í søguni verið so sjálvsagt og neyðugt, at almannakunngerða data sum er savna hesa seinastu tíðina. Um vit hugsa okkum støðuna fyri fáum vikum síðani í Kina, Italia og Spania til dømis, og lata sum um, at alt data um korona sjúkueyðkenni hesi lond høvdu í hendi tá, vóru almannakunngjørd so skjótt tað var tekniskt møguligt, so er neyvan ivið um at deyðstølini høvdu verið nøkur onnur, og sjúkueyðkennislistin hjá hesum londum, og WHO, hevði avgjørt sæð øðrvís út í dag.

Tað letur tó til, at data um korona kanningar í Føroyum, ikki eru fyri almenningin, ikki enn. Eg má tó spyrja, hvat er orsøkin til at bølt verður yvir hesi so týdningarmiklu vitan? Tann vitanin sum helst liggur í hesum data, kann hava ein ógvuliga avgerðandi týdning fyri okkum øll, ikki bara Føroyar, men allan heimin. Í hesum døgum sita óteljandi talnørdar runt um allan knøttin, og trola á alnetinum eftir veruligari vitan um korona, men tøl um Føroyar, til analytisk endamál, finna teir ikki.

Um data á hesum øki, bert verður latið til serstakar granskarar, við serligari fakligari vitan, gera vit eina ólukku, tí við tí hava vit gjørt av hvør er serfrøðingur í nøkrum sum mannaættin ongantíð hevur sæð fyrr.

Eg kann ikki bara mær at vísa til hvat heimasíðan creative commons m.a. sigur á forsíðuni í hesum døgum, nevniliga Open Access matters—especially during a global health emergency.

Eg má tí spyrja landsins myndugleikar, nær verður data um korona, til analytisk endamál, almannakunngjørt?

Tilvísingar

www.nature.com/articles/d41586-020-01023-2 tann 21/4-2020

www.medrxiv.org/content/10.1101/2020.04.05.20048421v1 tann 21/4-2020

www.medrxiv.org/content/10.1101/2020.04.05.20048421v1.full.pdf tann 21/4-2020

creativecommons.org tann 21/4-2020

Nils Gehlenborg (2019). UpSetR: A More Scalable Alternative to Venn and Euler Diagrams for Visualizing Intersecting Sets. R package version 1.4.0. CRAN.R-project.org/package=UpSetR

R Core Team (2020). R: A language and environment for statistical computing. R Foundation for Statistical Computing, Vienna, Austria. URL www.R-project.org.

Wickham et al., (2019). Welcome to the tidyverse. Journal of Open Source Software, 4(43), 1686, doi.org/10.21105/joss.01686

Baptiste Auguie (2017). gridExtra: Miscellaneous Functions for “Grid” Graphics. R package version 2.3. CRAN.R-project.org/package=gridExtra

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo