Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag byrjaði mín forvitni gerandisdagur við, at eg á Vagaportali sá eina grein um ein vinnulívsmann, ið kendi seg illa og órættvíst viðfarnan, ikki bert í fjølmiðlum, men á landsfundi við sjálvum løgmanni á odda!

Tað var forvitnisligt.

Men tá eg seinni leitaði oman greinina, tóktist hon mær eins long, sum hjá Torbjørn, og so við endurtøku av sær sjálvum, men her var meiri at heinta, so eg las alla greinina.

Kenni ikki mannin, kenni heldur ikki hansara royndir og virki sum vinnulívsmaður, men eg síggi, at hann heldur fast um, at hann ikki hevur gjørt ímóti lógum landsins.

Hann sigur eisini, at tað passar ikki, at hann - sum krambakallur - hevur ligið á sofuni og selt kvotur.

Hansara avmarkaðu møguleikar við minkandi kvotu hava gjørt tað ógjørligt at reka eitt uppsjóvarskip.

Í fyrstu syftu spyrj eg, um hann hevur havt eitt skip, ið kvotan er minkað hjá, øðrvísi enn hjá øðrum?

Kortini festi eg meg meiri við, hvussu persónar við framtakshugi og virkishugi verða viðfarnir av okkara fjølmiðlum og politikarum.

Fór sum 14 ára gamal við Jóhonnu í 1957 á saltfiskaveiði undir Íslandi. Leitaði hagar, ið vinnumøguleikar vóru. Ikki stór inntøka, men onki var frægari. Í míni avmarkaðu tíð á sjónum hendu stórar broytingar. Guvutrolarar vórðu skiftir um til motortrolarar, sluppirnar skiftar um við stállínuskipini, og síðan kraftblokkabátar v.m., og tað økti møguleikarnar hjá bæði manning og reiðarí.

Men skuldu hesi skip fáast til vega, so mátti onkur leggja rygg til, hóast har mundi mangan standa hart á, sjálvt um hetta varð gjørt við vinningi fyri eyga! 

Men eg og aðrir, land og kommunur fingu tíðandi framburð burtur úr hesi umlegging av veiðiførum, og framhaldandi seinni umleggingar hava havt enn størri framburð við sær.

Tó nú hava vit fingið ein nýggjan hóp at politiskum ummælarum, sum ikki tola hesar íleggjarar, tí teir reka ósunna fiskivinnu við egnum vinningi fyri eyga.

Hevur ein íløga ikki altíð ynskt tað, og løna hesir ikki eftir galdandi sáttmálum? 

Ivaleyst, og hvat so?

Nú er tað vorið ein ”trend” hjá ávísum at lasta fyristøðufólk í vinnuni, har tað loysir seg og gevur vinning, men vit kenna fullvæl undanfarin í somu uppbygging í góðum tíðum, men sum fóru blóðfátækir í grøvina!

Nú hevur Alex N Vilhelm alment sagt sína søgu í vinnuhøpi.

Hevur undirstrikað sítt serliga ynski fyri útjagaran í hesum høpi Vág.

Hevur hann fyri sítt viðkomandi rætt?

Má í hesum høpi heilsa Høgna við orðunum hjá Heðin Brú til kantatuna: ”Hevur tú onki at flýggja uttan tað tómu tægu, ert tú ein deyður maður”!

Eyðun Mohr Viderø
18.10.2021

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo