Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Av og á gevur ein test negativt úrslit, sjálvt um sjúklingurin er smittaður.

 

Og tað er ein stór avbjóðing hjá sjúkrahúsunum, sigur Nikolai Hoffman-Petersen við Jyllands-Posten. 

 

Nikolai Hoffman-Petersen er leiðandi yvirlækni á medisinskari deild í Region Midtjylland.

 

Sambært Jyllands-Posten hevur Hospitalsenheden Vest á nýramedisinsku seingjardeildini M3 í Holstebro havt ein sjúkling, sum var testaður negativur fyri covid-19, men seinni vísti seg at vera smittaður.

 

Nú eru meira enn helvtin av heilsustarvsfólkunum á seingjardeildini sjúkrameldað við koronasymptomum ella staðfest smittað, siga fleiri keldur við avísina.

 

Nikolai Hoffmann-Petersen fær ikki viðmerkt ávísa málið, men hann váttar, at fleiri starvsfólk á deildunum eru rakt av koronasjúkuni, eisini á seingjardeildini M3.

 

Les meira

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo