40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað fór at fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyingar, um samstarvsavtalan ímillum Føroya Tele og Huawei fór í vaskið. Hinvegin kundu føroyingar rokna við at fáa eina ynskta fríhandilsavtalu við Kina, um Huawei sleppur at halda fram við arbeiðnum at gera føroyska 5G netið.

Tað avdúkar Berlingske í grein í dag.

Á fundinum, sum kinesiski sendiharrin Feng Tie hevði biðið um, varð ongin ivi um, hvørji ørindini vóru: At samantvinna føroyskan útflutning av laksi til Kina við útbyggingina av 5G netinum, sum Huawei í løtuni samstarvar við føroyingar um at byggja.

Berlingske skrivar, at sendiharrin á fundinum 11. november við fyrst Jenis av Rana og seinni sama dag við Jørgen Niclasen og Bárð Nielsen, ikki lat nakran iva vera um, at hann meinti tað hann segði.

- Hann var "sera kontantur" er orðingin.

Onki verður sagt um, hvussu Berlingske hevur fingið hendur á upplýsingunum. Heldur onki verður sagt um, hvørt Berlingske, sum í samband við fútabannið ímóti Kringvarpinum, hevur havt fólk í Føroyum, hevur fingið hendur á sjálvum upptøkunum, sum Kringvarpið, sambært fútabanninum, av órøttum hevur fingið hendur á, men ikki sleppur at brúka.

Eisini kemur fram, at tað av ljóðupptøkunum skilst, at danska Uttanríkisráðið hevur nevnt fyri landsstýrinum, at danska Verjumálaráðið ikki heldur tað er nakað gott hugskot um føroyingar halda fram at samstarva við Kina og Huawei um 5G netið.

Ljóðklippið, sum Kringvarpið hevur, varar í umleið 1 minutt og har hoyrist ein samrøða ímillum Helga Abrahamsen, landsstýrismann, og aðalstjóran Herálv Joensen.

Berlingske hevur leingi roynt at fáa viðmerkingar frá kinesisku sendistovuni, men tað hevur ikki eydnast. Hjá Huawei vita tey onki um nakran fund ímillum kinesiska sendiharran og føroyskar politikarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo