Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Eigur týskt at verða upptøkukrav til ávísar breytir á miðnámi ella ikki?

Føroya Lærarafelag hevur eins og onnur havt høvi at gera viðmerkingar til kunngerðina um broyting av kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar.

Felagið heldur, at skulu broytingar gerast í upptøkutreytunum til miðnám, so eiga broytingarnar at verða væl grundaðar, umframt at fólkaskúlin og næmingarnir eiga at fáa rúma tíð at laga seg til broyttu umstøðurnar.

Seinast upptøkukunngerðin varð broytt, var 19. juli 2019. Broytingin má brádliga á, og greiningin av støðuni var avmarkað. Hetta órógvaði næmingar, lærarar og skúlastjórar í fólkaskúlanum.

- Tí tekur Lærarafelagað undir við at taka broytingina frá 19. juli 2019 aftur, um so er, at tað verður sett tíð og orka av at gera ein størri greining av støðuni hjá týskum og fremmandamáli í fólkaskúlanum og á miðnámi, so at ein avgerð kann takast á einum breiðari og greiðari grundarlagi.

- Avgerðin, hvørt týskt eigur at vera upptøkukrav til miðnám, verður einki verri, um hon verður útsett í eitt ella tvey ár, sigur felagið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo