Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya Lærarafelag hevur gjørt viðmerkingar til kunngerðina um broyting av kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar. Viðmerkingin liggur á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum. Til spurningin um týskt eigur at verða upptøkukrav til ávísar breytir á miðnámi ella ikki, metir felagið, at slík avgerð eigur at verða væl grundað og at geva fólkaskúlanum og næmingum rúma tíð at laga seg til broyttu umstøðurnar.

Felagið sigur víðari, at upptøkukunngerðin varð broytt 19. juli 2019, hóast greiningin av støðuni var avmarkað og skotbráið stutt hjá skúlum og næmingum. Felagið mælir tí til at taka seinastu broytingina aftur, um so er, at tíð og orka verður sett av at gera eina størri greining av støðuni hjá týskum og fremmandamálum í fólkaskúlanum og á miðnámi.

Avgerðin skal sostatt byggja á eitt breiðari og greiðari grundarlag, sum ikki verður verri av at útseta avgerðina eitt ella tvey ár afturat.

Felagið nevnir ikki á hvønn hátt grundarlagið kann gerast breiðari og greiðari, ella á hvønn hátt greiningin var avmarkað.

Rætt er tað, at nýggja upptøkukunngerðin kom brádliga. Hon kom tó ikki brádligari enn so, enn at hetta er fyrstu ferð síðan 2013 at ein einasta roynd hevur verið gjørd at venda gongdini viðvíkjandi fremmandamálunum. Øll vita, sum hava fylgt við, hvussu skjótt tað hevur gingið niður á bakka hesi skjótt sjey árini, síðan breytaskipanin kom.

Sama tíðarskeið er støðan væl og virðiliga greinað og lýst út í æsir. Her verður serliga sipað til eftirmetingina av breytaskipanini frá 10. september 2018 og alt greiningararbeiðið, ið hon byggir á umframt tilmælið til framtíðarætlan fyri fremmandamál í føroyska undirvísingarverkinum frá 8. juli 2019, sum felagið eisini vísir til.

Málið er sostatt klárt at taka støðu til, men kortini er avgerð ongantíð tikin, hvørt vit skulu duga fremmandamál í framtíðar Føroyum ella ikki. Sambært endurskoðanini er orsøkin, at semja fekst ikki í lag, sum ikki er tað sama sum at siga, at grundarlagið ikki var nóg gott.

Nýggja upptøkukunngerðin er ein brúkilig loysn. Hon bæði setir eina kós, heldur fast í fremmandamálunum og tryggjar støðið á miðnámi. Næmingar í verandi 7. flokkum hava vitað um nýggja upptøkukravið til miðnám síðan august 2019. Hetta upptøkukravið kemur í gildi, tá ið tey hava aldur at søkja inn á miðnám. Tað vil siga í 2022. Næmingar í verandi 8. og 9. flokki og øll tey, sum hava lokið sína skúlagongd í einum tíðarskeiðið, har hetta kravið ikki var galdandi, eru frítikin. Eingin næmingur dettur tískil niður ímillum vegna vantandi kunning, sum allir skúlar fingu við skúlabyrjan.

Vallærugreinavalið til 8. og 9. flokk plagar at vera í várhálvuni í 7. flokki. Ein kunningarfaldari um týskt er gjørdur til endamálið, sum eisini tekur atlit at fremmandamálum á miðnámi, sum koma seinni.

Verandi 7. floks næmingar hava sostatt einar 7 til 10 mánaðir at venja seg við tankan um týska upptøkukravið, sum tekur við trý ár seinni. Hvussu verandi skotbrá ikki gevur fólkaskúlalærarum og - skúlum nóg rúma tíð at tillaga seg, sigur viðmerkingin hjá felagnum einki um. Hinvegin hava skúlar longu frammanundan skyldu at bjóða týskt sum vallærugrein - við ella uttan upptøkukrav.

Føroya Lærarafelag mælir til, at í fyrsta lagi næmingar í 7. flokki 2020/21 møta nýggju krøvunum.

Samstundis mælir felagið til fyrst at byggja avgerðina um møguligt upptøkukrav á eina størri greining av málinum. Men skal enn meiri greiningararbeiði gerast fyrst, fara vit heldur ikki at náa hesum máli áðrenn skúlaársbyrjan 2020/21. Ella eisini fáa verandi 6. flokkar sama skotbrá at umráða seg í sum núverandi 7. flokkur. Felagið mælir til at útseta eitt møguligt upptøkukrav til 2024 og at taka upptøkukravið frá 19. juli 2019 aftur.

Vit undirritaðu mæla staðiliga frá at taka kunngerðina frá 19. juli 2019 aftur. Málið er greinað út í æsir og er klárt til støðutakan. Vit mæla heldur til at finna semju um, hvørt árstalið 2022 skal broytast til 2023 ella 2024 ella ikki. Vit hava sparkað bóltin framman fyri okkum í fleiri ár, enn gott er.

Nú mugu vit tora at seta spurningin: Skulu vit duga fremmandamál í framtíðar Føroyum ella ikki? Er svarið ja, halda vit fast í kunngerðini um týskt sum upptøkukrav og binda okkum til eina gildiskomu, sum kunngerðin skal staðfesta.

Vegna bólkin Fremmandamál í skúlaverkinum á facebook
Maria Heradóttir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo