At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Framroknaðu játtanarkarmarnir vísa, at fíggjarlógin fer at hava hall í 2022, men hallið komandi árini minkar so líðandi. Landsstýrið ætlar tí at fremja átøk næstu árini og væntar avlop longu í 2023.

Landsstýrið hevur lagt játtanarkarmarnar fyri fíggjarárið 2022 fyri Løgtingið. Karmarnir fevna eisini um árini fram til 2026.

Endamálið við játtanarkørmunum fyri 2022-2026 er at vísa mettu og framskrivaðu gongdina í útreiðslum og inntøkum landsins næstu 5 árini við galdandi lóggávu og verandi virksemisstigi.

Málið er at minka hallið
Játtanarkarmarnir fyri 2022-2026 miða eftir at minka hallið hjá landinum, sum er komið av heimsumfatandi koronufarsóttini, ið hevur havt við sær búskaparkreppu um allan heimin. Føroyar eru tó millum tey londini í heiminum, sum eru komin frægast gjøgnum kreppuna, og búskapurin hevur higartil verið minni skalaður av koronufarsóttini, um vit samanbera okkum við onnur lond.

Landskassin hevði hall í 2020, og væntandi verður hall eisini í 2021 og 2022. Landskassin er tó søguliga væl fyri við einari nettoskuld, sum er minni enn 1 mia. kr.

Útreiðslukarmurin fyri 2022 er mettur til 6.203,2 mió. kr. Rakstrarútreiðslurnar verða 5.667,4 mió. kr., og løguútreiðslurnar verða 535,8 mió. kr. Inntøkukarmurin verður mettur til 6.109,7 mió. kr. Framskrivaða úrslitið verður -93,5 mió. kr.

Heilsumál og almannamál dýrari
Serliga útreiðslurnar til heilsumál og almannamál fara at vaksa komandi árini. Tað hevur við sær, at fíggjarlógin við framskrivaðum inntøkuvøkstri hevur torført við at koma í javnvág.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at landsstýrið miðar eftir at hava avlop aftur í 2023.

- Landsstýrið ætlar at betra úrslitið hjá landskassanum stigvíst næstu árini við 30 mió. kr. um árið soleiðis, at hallið minkar í 2022, og at avlop verður í 2023. Aðalmálið er, at landskassin komandi árini skal hava vaksandi avlop, sum bæði kann brúkast til at minka landskassaskuldina og til at hava at standa ímóti við, tá ið búskaparliga verri tíðir koma. Skulu nýggjar rakstrarraðfestingar koma aftrat næstu árini, verður neyðugt at økja átøkini samsvarandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo