Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undir yvirskriftini “Feløgini í JFK samtakinum hava merkt sviðan av fiskivinnunýskipanini” verður í grein víst á hvussu úrslitini hjá JFK samtakinum seinastu árini er minkað – og at orsøkin er Fiskivinnunýskipani.

Verður hugt eftir almennu tølunum inni á heimasíðuni hjá VØRN, har bæði avreiðingarvirði og tonsatal er tøkt fyri føroyska flotan og øll føroysk skip seinastu ártíggjuni, so er myndin hjá flakatrolarunum hjá JFK og uppsjóvarskipunum hjá JFK ikki heilt so svørt, sum greinin í Norðlýsinum hevur hug at gera hana.

Flakatrolarar hjá JFK
Í 2008 átti JFK flakatrolararnar Skálaberg og Sundaberg. Hesir fiskaðu í 2008 tilsamans 4.742 tons og var avreiðingarvirði umleið 141 mió. kr. Skálaberg og Sundaberg fiskaðu umleið 44% av kvotunum hjá flakatrolarunum og avreiðingarvirði var umleið 47% av tí hjá flakatrolarunum tilsamans í 2008.

Í 2018 átti JFK flakatrolararnar Gadus og Sjúrðaberg, sum fiskaðu kvoturnar, sum Skálaberg og Sundaberg fiskaðu í 2008 (Sjúrðaberg varð tó seldur á sumri 2018). Í 2018 fiskaðu Gadus og Sjúrðaberg tilsamans 4.518 tons og var avreiðingarvirði umleið 160 mió. kr.

Ein broyting er skeiva vegin í tonsatalinum, sum minkaði umleið 5% tá árini 2008 og 2018 verða samanborin, men soleiðis hevur tað verið ár um ár hjá flakatrolarunum, sum jú eru neyvt ávirkaðir av broytingunum í samlaðu kvotunum m.a. í Barentshavinum. Men hóast nøgdirnar minkaðu, so vaks avreiðingarvirði hinvegin úr 141 mió. kr. uppí umleið 160 mió. kr. frá 2008 til 2018.

Nótaskipini hjá JFK
Í 2008 átti JFK nótaskipini Næraberg og Carlton. Í 2008 fiskaðu Næraberg og Carlton umleið 42.353 tons av sild, makrel og svartkjafti. Avreiðingarvirði var umleið 42,6 mió. kr. Næraberg og Carlton fiskaðu umleið 13% av kvotuni hjá nóta- og ídnaðarskipunum í 2008, og áttu umleið 8% av samlaða avreiðingarvirðinum.

Í 2018 vóru skipini hjá JFK Næraberg, Borgarin og Norðingur og í 2018 fiskaðu tey trý skipini tilsamans umleið 102.590 tons av sild, makrel og svartkjafti – ella umleið 142% meiri enn í 2008. Avreiðingarvirði var í 2018 umleið 310 mió. kr. – ella 627% hægri enn í 2008. JFK skipini fiskaðu umleið 19% av samlaðu kvotuni hjá nóta- og ídnaðarskipunum í 2018 og áttu umleið 19% av avreiðingarvirðinum, tvs. bæði størri lut av kvotuni og avreiðingarvirðinum í 2018, um samanborið verður við 2008.

Avreiðingarvirði fleirfaldað frá 2008 til 2018
Verða tølini hjá flakatrolarunum og nótaskipunum hjá JFK løgd saman, so er samlaða avreiðingarvirðið farið frá umleið 184 mió. kr. í 2008 upp í tilsamans 470 mió. kr. tilsamans í 2018 – tvs. tvær og eina hálvferð hægri enn í 2008 !

Í mun til 2008 er gamaní komið inn í myndina tilfeingisgjald. Í einum modernaðum samfelag er tilfeingisgjald ein púra natúrligur partur av fiskivinnuskipanini – og allir flokkar á Løgtingi taka eisini undir við tilfeingisgjaldi, hóast meiningarnar eru ymiskar um støddina á gjaldinum.

Í greinini verður víst á, at JFK merkir sviðan av Fiskivinnunýskipanini, men almennu tølini hjá VØRN vísa, at flakatrolararnir og nótaskipini hjá JFK hava havt ein øgiligan vøkstur í avreiðingarvirðinum frá 2008 til 2018 – so helst er tað annað enn Fiskivinnunýskipanin, sum ávirkar tølini hjá JFK.

Tølini hjá VØRN eru: trýst her

Dennis Holm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo