Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Hagtølini um avreiðingar, sum Hagstova Føroya higartil hevur almannakunngjørt, hava upplýst tað, sum á mannamunni verður nevnt feskfiskaveiðan. Hetta er frá tíðini, tá roynt varð at máta hvussu stór ísað fiskanøgd kundi fara til virkingar á landi. Uppsjóvarfiskur og fiskur, sum var veiddur av flakatrolarum, varð tí ikki tikin við eftir gamla uppgerðarháttinum.

Niðanfyri er dømi frá nýggju talvunum í hagtalsgrunninum. Fyrsta talvan vísur úrvald fiskasløg, uttan uppsjóvarfisk, veidd á Føroyskum øki. Samanburður er gjørdur fyri nøgd og virði fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár sammett við í fjør.

Eitt nú sæst, at væl minni er avreitt av toski og hýsu fiskað á føroyskum øki í ár, meðan nakað væl meira er fiskað av upsa samanborið við í fjør.

Seinna talvan vísur avreiðingar av uppsjóvarfiski – fiskað á øllum leiðum, fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár sammett við í fjør.

Nýggju talvurnar eru:

VV01514 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap, veiðiøki og mánaðir (2015-2020)

VV01515 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap og veiðiøki (2015M01-2020M05)

VV01516 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap, stødd og mánaðir (2015-2020)

VV01517 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap og stødd (2015M01-2020M05)

VV01518 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, stødd, veiðiøki og mánaðir (2015-2020)

VV01519 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, stødd og veiðiøki (2015M01-2020M05)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo