Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag - 14. september - eru tvey ár síðan at Miðflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin undirskrivaðu samgonguskjalið. Samgongan hevði eitt megnar upptak frá núverandi andstøðu, men hetta hevur als ikki forðað ABH samgonguni í at fremja fleiri politisk avrik. 

Í røðini eru millum annað: Sendistovan í Írsrael, bólkur settur at endurskoða fólkaskúlalógina, atlimaskap í WHO, frískúlar fíggjarliga javnstillaðir við teir almennu,  mótrokning av inntøku hjá pensjónistum minka munandi og nýggj KT heildarætlan fyri alt undirvísingarverkið samtykt. 

Listin er longri; samanlagt eru politisku avrikni nógv í tali. Sanniliga er talan um eina samgongu, sum fremur avrik! 

Myndin vísur eitt úrval av avrikunum Miðflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava framt í felag. 

Góðan 14. september!

Miðflokkurin 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo