Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Eitt av eyðkennunum fyri nútíðina er, at vit yvirskipað eru vorðin rundari í orðingum og atferð. Á mangan hátt er tað gott, at vit nýta vit, skil og hóvsemi í sínámillum samstarvi og samskifti. Valla eru teir skørpu kantarnir vitbornari enn liðiligt samskifti. Tó, vandin er, at talan kann gerast so ullint, at eingin veit, hvat vit hugsa og siga.

Tey fyrstu borðini, ið vit keyptu, bæði spísiborð og sofaborð, høvdu skarpar kantar. Tað var mótin. Teir skørpu kantarnir vóru góðir til endamálið at fáa merkir á kroppin. Børnini rendu høvdið í ein kant, og tey bláu merkini sóust í langa tíð. Minnist ikki hugsanina, at borðið var betri ella vakrari við skørpum kantum.

Sum fráleið vórðu borðini skift út, og annað snið varð valt. Nýggju borðini vóru avrundað. Eingin kantur var at renna seg í hjá børnum ella vaksnum. Tað ræður um at avmarka neilig hjáárin. 

Borðini eru ikki einans borð, tey ímynda okkara lívshátt og atferð. Tær avgjørdu meiningarnar mega samsvara við málið, ið er til viðgerðar. Tað er eitt minus, um vit altíð í atferð og samskifti hava skarpar kantar. Um vit í hvørjum máli hava fulla skrúvu, ja so er tað medferðin og sinnalagið heldur enn umhugsin viðgerð.

Hinvegin er tað valla gagnligt fyri viðgerðina av einum evni, um vit í samskiftinum altíð eru sum eitt avrundað borð. Ikki at hava dirvi til at standa við sína hugsan órógvar í longdini lívsgleðina. Vit kunnu venjast við kynstrið at glíða av í samrøðuni og látast sum um. Kávalátið er ein formur fyri samveru.

Hetta fyribrigdið rann mær til hugs ein dagin, tá ið sagt varð, at vit – leiðarar í kirkjum og samkomum – vóru vorðin tannleys. Vit ristu ikki nóg mikið í fólkið og søgdu teimum, hvat og hvussu. Vit høvdu ikki dirvi at ganga ímóti streyminum og tala at. Vit vóru ov fitt ístaðin fyri at rætta ryggin og átala.

Í nakrar dagar er grundað yvir spurningin, hvat tað veruliga er at vera kristin.

Umstøður og viðurskifti eru mett av nýggjum. Niðurstøðan er einans ávegis og líkist eldri sannføring.

Alt kann lýsast við skiftandi orðum, og mangan er tað, ið vit siga, einans ein partur av sannleikanum. Eisini í niðurstøðuni hóvar mær betur rundar vendingar enn skarpar útsagnir. Tað hevur einki við dirvi ella tvørrandi frímóð at gera. Tað er mín trúgv, at Jesus, ið hevur frelst ein syndara slíkan sum meg, megnar fullkomiliga at frelsa hvørt eitt menniskja, ið leitar til hansara við bøn um hjálp. So stutt og greitt!

Í hesi niðurstøðuni tørvar mær ikki kantar. Gleðiboðskapurin um Jesus er fyri øll, – ein trillrundur møguleiki.

Mær tørvar ikki knaggar, har úrvaldar syndir verða hongdar á alt eftir stødd og andaligum falli.

Lívið hevur lært meg, at onkuntíð vóru kantarnir sjálvverja. Vit átalaðu tað hjá øðrum, ið vit kendu aftur í egnum lívi. Við at lasta ódygdir hjá øðrum, fingu vit hægri status teirra millum, ið vóru samd við útsøgnum okkara. Vit vuksu í tign millum andaliga samsint og fjaldu egin lýti. 

Eri djúpt rótfestur í tí trúgv, at Jesus ynskir at frelsa hvørt eitt menniskja. Sannførdur í trúnni verður prædikað, at frelsarin Jesus við sínum lívi, deyða og uppreisn hevur gjørt sátt fyri alla synd heimsins. Vit eiga í trúnni á Jesus Krist ein Harra og Frelsara, ið so fullkomiliga megnar at frelsa.

Jú, eyðvitað skilji eg boðskapin í myndini um kantar ella borð, ið eru avrundað.

Men, sannføringin er heilt ein onnur. Krøvini í skriftini til lív, atferð og halgan vísa inneftir móti mær sjálvum.

Tað eru vit, ið prædika, sum skulu liva eitt heilagt lív, áðrenn vit seta krøv til onnur. Fallið í samfelagnum – verðsliggeringin – stendst av fallinum í okkara egna hjarta. Krøvini til okkara egnu lívsførslu eru linkað.

Møguliga nýta vit kantarnar til tess at staðfesta, at tað hóast alt er eitt mark. Tann avgjørda útsøgnin skal prógva, at vit ikki eru ryggleys.

Eisini siðvenjan sunnudag er broytt hjá mongum av okkum, ið sita á fyrstu brík í kirkjum og samkomum.

Hvíludagin keypa vit morgunbreyð, fylla bensin á bilin og gera innkeyp til ta komandi vikuna. Mín sterka trúgv er viknað, so Harrans dagur verður nýttur til handil og keyp. Var tað Guðs ætlan við hvíludegnum?

Vinur mín! Sært tú fallið hjá okkum sjálvum, ið halda, at vit eru tað grøna træið? Sært tú, at hetta er byrjanin til tað, ið kallað verður afturgongdin av kristnum virðum í samfelagnum? At afturgongdin byrjar innanífrá og ikki uttanífrá!

Tíbetur er boðskapurin rundur og fevnandi, at Guð rekur ongan frá sær, sum ófullkomin og í dýrastu neyð biður um hjálp. Ein góður møguleiki til betri dagar. Amen.

Orðið: “Tala tykkara veri altíð dámlig.” (Kolossubrævið 4,6).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo