At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Marjun Restorff, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Henriette Svenstrup, Mads Guttesen, Salomon Johansen og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og form. í Mentamálanevndini

Marjun Restorff, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Henriette Svenstrup, Mads Guttesen, Salomon Johansen og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og form. í Mentamálanevndini

Tórshavnar Kommuna og felagið Bridgehúsið skrivaði í gjár undir avtalu, sum tryggjar virksemið hjá bridge-feløgunum framyvir. Samstundis tryggjar avtalan ta spennandi torg-verkætlanina hjá Tórshavnar kommunu í Gundadali.

Torg-verkætlanin er ein týdningarmikil partur av heildarætlanini fyri Tórsvøll og Gundadal. 

At Tórshavnar Kommuna nú yvirtekur gomlu ognina hjá Bridgefeløgunum er tí eitt umráðandi stig á leiðini, fyri at torgið kann gerast veruleiki.

Tórshavnar Kommuna ynskir at skapa góðar karmar fyri ítrótt og frítíðarvirksemi í kommununi. Við hesi avtaluni verður tí eisini tryggjað, at virksemið hjá bridgefeløgunum kemur í trygga legu, við nýggjum hølum í sama umhvørvi.

Staðsetingin er eitt øki sum kommunan eigur, beint yvir av verandi Bridgehúsi.

Upphæddin, sum kommunan endurrindar felagnum fyri verandi Bridgehús, verður kr. 2,5 miljónir. Harafturat fer kommunan at játta íløgustuðul til byggingina, í mesta lagi kr. 1,5 miljón. Hetta svarar til umleið triðingin av metta byggikostnaðinum. Henda játtan verður at rinda í tveimum líka stórum pørtum árni 2022 og 2023.

Tað eru um fimm ár síðan, at nevndin fyri Brigdehúsið vendi sær til kommununa viðvíkjandi eini varandi loysn fyri Brigdehúsinum í Gundadali. Húsið fevnir um virksemi hjá teimum trimum brigdefeløgunum í Havn, sum hava virkað í Gundadali í 30 ár.

Samskifti var síðani við Bridgehúsfelagið um yvirtøku av bridgehúsinum og endurgjald í tí sambandi, nú torgverkætlanin í Gundadali er farin í gongd.

Ynski teirra var, at framtíðar staðsetingin av bridgehúsinum verður í ítróttaøkinum, og at talan er um teirra egnu høli, sum ikki eru minni enn verandi, tvs. uml. 250 m2. Kommunan hevur ikki slík høli at bjóða til leigu, so tí verður talan um nýbygging.

Felagið leigar grundøkið, sum bygningurin stendur á, frá kommununi.

Býráðið samtykti í apríl eitt tilmæli frá mentamála- og fíggjarnevndini um heimild at gera avtalu um endurgjald og um staðseting av nýggjum bridgehúsi. Endalig bygging er treytað av byggiloyvi, og herundir viðgerð hjá friðingarmyndugleikunum, av tí at talan er um bygging tætt uppat viðarlundini.

Tilmælið varð samtykt á býráðsfundi seinasta hóskvøld. Og í gjár var avtalan undirskrivað.

Marjun Restorff, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Henriette Svenstrup, Mads Guttesen, Salomon Johansen og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og form. í Mentamálanevndini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo