Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í morgun er avtala gjørd millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann, og Heðin Mortensen, borgarstjóra, um náttarkoyringina av Gomlurætt, og um keyp av avlopsgróti frá Tunnilsfelagnum.

Avtalan er soljóðandi:

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ið varar av P/F Eystur- og Sandoyartunlar (Tunnilsfelagið)  og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn hava viðgjørt støðuna um koyring av gróti av Gomlurætt. Endamálið hevur verið at finna eina semju um koyringina til og av Gomlurætt.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur virkað fyri, at semja er fingin við Tunnilsfelagið um at stegða koyring við gróti um náttina.

Partur av semjuni millum Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið er, at Heðin Mortensen, borgarstjóri hevur gjørt avtalu um at keypa avlopsgrótið við Gomlurætt frá Tunnilsfelagnum og at avlopsgrótið verður brúkt í sambandi við komandi útbyggingar í kommununi.

Avtalan er treytað av, at Tórshavnar býráð tekur undir við henni og at Tórshavnar kommuna kann yvirtaka leiguna av lendinum, har grótgoymslan er løgd, nøkur ár fram.

So leingi sum kannað verður, um Tórshavnar kommuna kann yvirtaka leiguna av lendinum, og at býráðið tekur undir við avtaluni, steðgar Tunnilsfelagið við koyring av gróti um náttina millum 00:00 til 06:00 og sunnudagar millum 00:00 og 15:00

Í hesum tíðarskeiði tekur Tórshavnar kommuna fyribils verandi skelti niður.

Tórshavn, hin 2. august 2021
Jørgen Niclasen, landstýrismaður      Heðin Mortensen, borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo