Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað tykist sum um tað er hend ein misskiljing í mun til leiklutin hjá føroysku umboðunum á Fólkatingi. 

Sagt verður, at tað skal vera beinleiðis ódemokratiskt at vit í Føroyum “blanda” okkum í danskar innanríkispolitiskar avgerðir, enntá er uppskot lagt fyri tingið um at avtaka fólkatingsumboðini. 

Í besta føri er hetta populistisk fjas og í ringasta føri manglandi vitan um, í hvussu stóran mun danska og føroyska samfelagið eru samanflættaði.

Stovnar sum m.a. rættarskipan, kriminalforsorg, politi, og verjumál eru ikki yvirtikin (enn). 

Velur Fólkatingið at skerja kriminalforsorgina, so gongur tað eisini útyvir føroyingarnar í donskum fongslum og í arrestini í Mjørkadali. 

Landsjúkrahúsið hevur sum part av sínum infrastrukturi, at vit kunnu senda sjúklingar til DK.

Fróðskaparsetrið hevur sum fortreyt, at vit kunnu lesa við onnur universitetir.

Verður játtanin til donsku universitetini skerd, rakar hetta eisini føroysk lesandi og minkar játtanin til danska sjúkrahúsverkið, vil hetta beinleiðis ella óbeinleiðis raka føroyskar sjúklingar.

So leingi sum vit hava mál ið viðvíkja Føroyum á Fólkatingi, fer Fólkaflokkinum at gera alt fyri at ávirka tey málini sum viðkoma føroyingum – tað er okkara rættur og okkara skylda!

Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo