Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bryggjukanturin skapar inntøkur, og leggur eisini lunnar undir okkara vælferð og trivnað, har arbeiðsmaðurin og arbeiðskvinnan forvinnur til dagsins uppihald.

Tí skulu vit framhaldandi skapa inntøkugrundað virksemi til okkara kommunu, við framhaldandi at skapa fortreytir fyri øktum virksemi - sjórelaterað vinnuligt virksemi.

Eg vil virka fyri, at vit hugsa stórt og hyggja fram í tíðina, og leggja lunnar undir øktum virksemi við okkara bryggjukant.

Bacalaobygningurin eigur at verða rivin niður og nýggjur tíðarhóskandi bygningur koma í staðin, sum er sjórelateraður og knýtir seg til tað vinnuliga virksemi, sum er har frammanundan.

Tað eru aktørar í vinnuni, sum hava givið til kennar, at áhugi er fyri at byggja ein nýmótans bygning til sjórelaterað vinnuligt virksemi upp at tí vinnuliga virksemi, sum er har frammanundan.

Hendan møguleika mugu vit ikki lata okkum gleppa av hondum enn einaferð, so hetta vinnuliga virksemið eisini ferð úr okkara kommunu.

Byggisamtyktin loyvir tí, eins og bryggjukanturin skapar inntøkur í kommunukassan, sum aftur skapar vælferð og trivna hjá einari arbeiðarafamilju, har tey kunna forvinna til dagligt uppihald og vælferð.

Tað eru frammi hugskot um at brúka bacalaobygningin til spælihøll. Eg vil viðvirka til heldur at finna annað stað til ein bygning til spælihøll, sum er betri hóskandi.

Inntøkur skulu til fyri at skapa vælferð og trivnað, tí ikki avhøvda hønuna, sum verpir gulleggini.

Annfinn Brekkstein
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo