Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráði tekur sjálvsagt eisini fult undir við, at heita á landsmyndugleikarnar um at skunda sær við einum hjálparpakka, sum er ætlaður teimum hundraðtals vinnulívsfyritøkum bæði i Tórshavnar kommunu og kring alt landið, sum frá degi til dags stongdu hurð og virksemi – orsakað av fyrivarnum fyri korona. Fyritøkurnar sýndu ábyrgd fyri felagsskapinum, nú er neyðugt at politiski myndugleikin sýnir ábyrgd fyri vinnufyritøkunum.

 

Men tað er ein veruleiki, at kommunurnar hava ongar heimildir at seta slík politisk átøk í verk, sum eru neyðug í einum hjálparpakka, sum vendir sær til vinnuligar fyritøkur.

 

Mánakvøldið skipaði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu fyri einum teldufundi, sum hevði til endamáls at kunna býráðslimir um gongdina nú korona-avmarkingar forða býráðnum at halda vanligar fundir.

 

Vit høvdu ikki fingið áheitan um at lesa ella at taka støðu til eitt tíðindaskriv frammanundan. Avtalað varð heldur ikki á teldufundinum at senda eitt felags tíðindaskriv um ein hjálparpakka til vinnulívið í Føroyum. Tað var tí rættiliga tilvildarligt, hvussu vit í minnulutanum vórðu kunnað um hesa ætlan borgarstjórans, og hon ætlaði sær at skriva tíðindaskrivið undir sjálv – vegna allar flokkarnar. Annika Olsen, borgarstjóri, valdi at tulka hetta soleiðis, at Javnaðarflokkurin ikki vildi taka undir við áheitanini á landsmyndugleikarnar um at spenna eitt trygdarnet undir vinnulívsfyritøkurnar, meðan korona-tiltøkini standa við. Skulu vit halda fram at taka politiskar avgerðir umvegis teldufundir, so er neyðugt, at borgarstjórin tekur annað skinn um bak.

 

Tað kom tí óvart á okkum umboð fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar Býráði at lesa í miðlunum, at fýra av fimm flokkum í býráðnum vilja stuðla vinnulívinum í Havn. Og vit mugu tala at.

 

Tað er ikki í lagi, at borgarstjórin soleiðis óbeinleiðis leggur Javnaðarflokkin í býráðnum undir ikki at vilja vinnulívinum í kommununi væl.

 

Lat ongan iva vera um, at Javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráði, eins og Javnaðarflokkurin á Løgtingi, heldur, at smærri vinnurekandi eiga at fáa fíggjarligan stuðul í hesum døgum til tess av halda virkseminum uppi. Hetta hevur flokkurin fleiri ferðir boðað alment frá.

 

Javnaðarumboðini í býráðnum vóna, at Løgtingið sum skjótast finnur eina felags loysn, sum ikki hevur til endamáls at tøma kassarnar hjá fakfeløgunum og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, men sum hevur til endamáls at geva fyritøkunum tað neyðuga andarhald, sum skal til, nú virksemið liggur stilt. Og vit halda, at kommunurnar eins og partarnir á arbeiðsmarknaðinum áttu at verið tiknar uppá ráð. Eitt fyrivarni hjá teimum umboðum fyri Javnaðarflokkin, sum fingu kunning um ætlanir borgarstjórans at senda eitt tíðindaskriv út í gjár var júst, at vit skulu ansa eftir ikki at órógva ta tilgongd, sum er í gongd millum flokkarnar á tingi, um at finna eina semju.

 

Javnaðarflokkurin í Tórshavnar kommunu heldur harumframt, at tað er tørvur á at hyggja breiðari eftir, hvørjir bólkar í samfelagnum hava tørv á hjálp, nú samfelagið liggur lamið. Umframt vinnulívið, so eru nógvir borgarar, sum í hesum døgum hava trupult við at fáa endarnar at røkka, tí tey eru fyri stórum inntøkumissi. Og tað eru fleiri aðrar bólkar, sum umframt tað fíggjarliga eisini hava tørv á akuttari hjálp á øðrum økjum. Hetta kann til dømis vera familjur, sum eru raktar av avbjóðingum av ymiskum slag.

 

Eingin ivi er um, at bæði land og kommunur mugu gera alt, sum vit eru ment til at lofta øllum samfelagsbólkum í hesi serligu tíð. Standa vit saman um at finna loysnir, so koma vit skjótt fyri okkum aftur, tá vit eru komin út hinumegin koronakreppuna.

 

Javnaðarumboðini í Tórshavnar kommunu

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo