At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tann 1. oktober steingja Anfinn og Karin í Soylu bakaríið á Sandi, tí tey eru komin í eftirlønaraldur.

Bakaríið byrjaði í 1971. Anfinn hevði lært til bakara í Havn, og á Argjun hevði hann fingið sær konu, Karina. Tey fluttu til Sands og lótu Bakaríið upp.

Tey hava verið sera arbeiðsom fólk. Bakaríið hevur verið drivið fyrimyndarligt, bakað góða vøru og veitt fólki í Sandoy góða tænastu.

Anfinn hevur bakað, og tey seinnu nógvu árini eisini koyrt breyð út til handlarnar í oynni. Karin hevur, afturat at halda hús, arbeitt saman við honum og havt bókhaldið.

Tað er nakað, ið kanska ikki mangur hugsar um, hvussu nógv sovorðin fólk arbeiða. Fara upp á nátt hvønn einasta gerandisdag at baka. Fríløturnar  og summarferiurnar, ið tey hava havt, hava ikki verið  nógvar, men kortini eru tey komið saman við bygdarfólkinum, tá nakað hevur verið av felagstiltøkum.

Á yngru árum gekk Anfinn eisini burtur í haga í nógv ár. Hann var limur í bygdarráðnum í 12 ár, ogí kirkjuráðnum í 20 ár og formaður har í 16 ár.

Tá flakavirkið Borgin varð stovnað, var Anfinn við og tók eitt munandi tak - eisini tá roynd varð gjørd at endurreisa virkið. Hann var í nevndini fyri flakavirkið.

Tað hevur altíð verið hugnaligt at koma inn í Bakaríðið á Sandi, so blíð og fryntlig tey hava verið. At har hevur verið gott at arbeiða, sæst av, at starvsfólk hava verið verandi og hava arbeitt har í mong ár, ja, onkur heila sítt arbeiðslív.

Undirritaði hevur havt nógv samband við Bakaríið á Sandi, og tað kann sannast av egnum royndum, at lætt var at handla við Bakaríið, tí har var ordan í. Ein var altíð væl móttikin, og har var tað ikki minst Karin, ið tók telefonina, tá bestillast skuldi breyð til næsta dag. Eisini skal eg nevna tær báðar Guðruna og Marjuna fyri gott samstarv.

Tað verður stórur saknur í Bakaríðnum á Sandi, eisini í bakaranum, tá man møtir honum á vegnum, altíð blíður og væl upplagdur, sum hann er. Hugnaligt at práta við henda skilamannin.

Eg vil ynskja tykkum nógv góð eftirlønarár og stóra takk fyri.

Skálavík, tann 22. september 2016.
Bjarni 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo