Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tær bidda pengar ella breyð uttanfyri eitt bakarí í Kabul.

Hon er so niðurundirkomin av svongd, at hon er innløgd á Indira Gandhi Sjúkrahúsið í Kabul. ST metir, at yvir 13 milliónir børn í landinum hava brúk fyri hjálp.

Ein mamma við barni biddar á eini brúgv í Kabul. Myndin er tikin 6. januar.

Kaldi veturin er steinur omaná byrðu hjá niðurundirkomna fólkinum í Afganistan.

Tær bidda pengar ella breyð uttanfyri eitt bakarí í Kabul.

Hon er so niðurundirkomin av svongd, at hon er innløgd á Indira Gandhi Sjúkrahúsið í Kabul. ST metir, at yvir 13 milliónir børn í landinum hava brúk fyri hjálp.

Ein mamma við barni biddar á eini brúgv í Kabul. Myndin er tikin 6. januar.

Kaldi veturin er steinur omaná byrðu hjá niðurundirkomna fólkinum í Afganistan.

Maðurin hjá Aziz Gul seldi 10 ára gomlu dóttir teirra til ein vaksnan mann, sum ætlar at gifta seg við henni. Aziz Gul visti av ongum.

Hann gjørdi tað ikki av óndskapi. Hann gjørdi tað av neyð. Men tað var lítil uggi hjá Aziz Gul, sum sjálv varð seld einum fremmandum, tá hon var 15 ára gomul. Og tað síðsta hon vildi var, at tað sama skuldi henda hennara dóttir.

- Tá eg hoyrdi tað helt hjartað hjá mær uppat at sláa eina løtu, segði hon við Associated Press, sum herfyri segði hennara søgu.

- Eg vildi bara doyggja. Men kanska vildi Gud ikki, at eg skuldi doyggja akkurát tá.

Maðurin hjá Aziz Gul greiddi frá, at hann fekk túsund dollarar - einar 6.500 krónur - fyri dóttrina. Og við hesum pengunum kundi hann breyðføða restina av familjuni. Tey eiga fimm onnur børn ímillum 0 og 12 ár. Uttan pengarnar høvdu tey øll svøltað. So hann kendi seg noyddan at offra eitt av børnunum fyri at bjarga hinum.

##med2##

Í veruleikanum er henda søgan onki eindømi. Langt í frá. Foreldur í Afganistan hava í áravís selt døturnar, so tær kunnu verða giftar fremmandum, tilkomnum monnum. Tað er nærum púra vanligt. Men í seinastuni hevur tað vundið nógv uppá seg, og genturnar verða alsamt yngri, tí neyðin er blivin so stór síðani Taliban tók valdið í landinum í august.

Ein líknandi søga er at finna í BBC. Eitt foreldrapar fortelur, hvussu tey noyddust at selja eitt pinkubarn fyri 500 dollarar fyri at kunna keypa mat til restina av børnunum, sum onki høvdu fingið at eta leingi. Keyparin var ein fremmandur maður, sum segði seg vilja brúka lítlu gentuna sum brúður til sín egna son. So skjótt sum hon dugir at ganga, skal hon avhendast.

Og tað skortar ikki við søgunum. CNN hevur sagt søguna um eina níggju ára gamla gentu, hvørs foreldur hava selt hana til ein 55 ára gamlan mann. Soleiðis fingu tey pengar til at breyðføða hini átta í familjuni.

##med3##

- Fyri hvønn dag sum gongur veksur talið á familjum, sum noyðast at selja síni børn. Tey mangla mat, tey mangla arbeiði, klæðir, alt. Tey gera hetta av berari neyð, sigur  Mohammad Naiem Nazem, sum er eitt slag av talsmanni fyri tey neyðstøddu í Afganistan við CNN.

Beint nú er ein bítandi kaldur vetur við til at gera støðuna enn verri enn annars. Børnini tyggja pappírspetti og smásteinar í eini roynd at fáa svongdina at hvørva, og í sjúkrahúsunum verða børn innløgd, sum líkjast beinagrindum, tí tey eru hálvdeyð í hungri.

ST metir, at bert 5% av fólkinum í Afganistan, sum telur yvir 40 milliónir íbúgvar, hevur nóg nógv at eta. Tvey av trimum hava átrokandi brúk fyri hjálp, tað er ein vøkstur uppá yvir 30% í eitt ár.

##med4##

Longu áðrenn Taliban kom framat valdinum stóð illa til. Nú eru bankar og alt pengakervið sokkin saman í avmakt. Allar ognir hjá afghanum í vesturheiminum eru niðurfrystar, og hóast tað neyvan er ætlanin, so rakar tað óbeinleiðis tey sum eru ringast fyri.

Talibanstýrið hevur skotið upp, at ein felags nevnd verður sett, við umboðum frá Taliban og altjóða embætisfólki, sum skal síggja til at neyðhjálpin kemur fram til tey neyðstøddu.

Enn hevur ST tó ikki svarað.

Trupulleikin er, at hetta eisini fer at gera tað lættari hjá Taliban, sum tað mesta av heiminum ikki vil vita av, at fáa atgongd til fígging til sítt virksemi.

Kelda: Jyllandsposten

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo