Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Síðani SAS byrjaði at flúgva til Føroya hevur verið lagaligari hjá eitt nú Bakkafrosti at fáa laks loftvegis av landinum. Tá mest hevur verið flutt út loftvegis eru eini 40 tons farin um vikuna. Men tað er kortini lutfalsliga smáar nøgdir, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, við VP.

- Tað er hóast alt bara ein tíggjundapartur av tí sum fer sjóvegis. So hetta er ikki nakað bakkast fyri okkum, sigur Regin Jacobsen.

Føroysku flogskipararnir sum flúgva við SAS hava veruliga lagt seg eftir at gera tað so lagaligt hjá laksaútflytarunum sum gjørligt, sambært stjóranum í Bakkafrosti.

- Teir hava verið pro-aktivir, og hava enntá skipað fyri at bygt okkurt um í lastarúminum og gjørt serligar kassar til okkum. Tað skulu teir hava rós fyri, sigur Regin Jacobsen, sum harmast um at SAS gevst fyribils, men kortini ikki væntar at tað verður nakar trupulleiki.

- Vit hava eisini alla tíðina brúkt Atlantsflog, men tað er rættuliga avmarkað, hvat eitt flogfar kann taka av farmi. Tað veldst um, hvussu nógv fólk og viðføri annars er við. So hetta hevur ongantíð verið álitið, sigur hann.

Nógvur laksur frá Bakkafrost fer við skipi úr Føroyum og so víðari sum flogfrakt úr Heathrow floghavnini í London.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo