Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mánadagin 9. mai skrivaðu KJ og Bakkafrost undir sáttmála uppá nýbygging av tveimum tvíkiljum. Hetta eru tvíkiljur nummar 34 og 35, sum Bakkafrost letur byggja hjá KJ.

Ein teirra verður 20 metrar long og níggju metrar breið, meðan hin verður 16 metrar long og átta metrar breið.

Tvíkiljurnar verða sera væl útgjørdar við Palfinger kranum, Iveco motorum og ljósmotorum. Báðar tvíkiljurnar hava alla nútímans nautiska útgerð.

Størra tvíkiljan hevur tveir kranar: ein 90 tons metur og ein 33 tons metur. Eisini hevur hon tveir ljósmotorar og tvær síðuskrúvur.

Minna tvíkiljan hevur ein 65 tons metur krana. Báðar tvíkiljurnar hava 20 tons spøl á dekkinum, og væl útgjørdar við deksútgerð annars.

- Vit fegnast um at Bakkafrost enn einaferð velur KJ sum veitara. Hetta eru nýbygningar nummar 63 og 64 í røðini, ið KJ letur byggja, sigur Viggo Johannesen, sølustjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo