Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Scottish Salmon Company – Bakkafrost – er avdúkað fyri at hava nýtt avlúsingarevnið, nervaeiturevnið Emamektin Benzoate, í langt ov stóran mun enn loyvt er. Hesum boðar The Ferret frá í dag í tíndaskrivi.

Sambært skjølum kunngjørd frá skotsku stjórini hevur Scottish Salmon Company framt brot á trygdarreglur fyri nýtslu av vandamikla evninum í alibrúkinum við Loch Roag á oynni Lewis við at nýta eiturevnið tvær ferðir so títt sum annars loyvt er. Kanningar gjørdar av skotsku og ensku stjórnini góvu einans eina átalu, meðan felagið Sepa – Scottish Environment Protection Agency – gjørdi royndir at fáa sett bann móti alingini vísandi til vánaligu umhvørvisviðurskiftini við Loch Roag, og við kravinum at øll fimm alibrúkini í økinum vóru stongd. Átalur hava verið at myndugleikarnir venda blinda eyga til beinleiðis brot á avlúsingarreglur, og at alivinnan miðvíst roynir at mótarbeiða krøvum at alibrúkini verða stongd.

Frá eigaranum av Scottish Salmon Company – Bakkafrost – varð sagt frá, at brotið á reglurnar var bert marginalt og eitt einstakt dømi, og at felagið annars miðvíst arbeiðir við at minka um lúsabasingarevnir.

Emamektin Benzoate, eisini nevnt Slice, er sera vandamikið nervaeitur, ið ger av við krabba, hummara, rekur og øll krabbadjór í og kringum alibrúk. Á vetri 2017 var álvarsamt óhapp á Gulanum har Bakkafrost misti einar 200 túsund alilaksar, ið just høvdu fingið heiluvágin við fóðringini. Heilsufrøðiliga Starvsstovan var straks á bananum og ávaraði fólk um ikki at fiska sloppnan alilaks, og heldur ikki frysta slíkan til seinri brúk, til eftir 2.februar 2018.

Vanligt er at tað skulu ganga 60 dagar frá tí at alifiskurin er viðgjørdur við heiluváginum og til evnið er horvið og brotið niður í fiskinum.

Emamektin Benzoate er nógv brúkt á føroyskum firðum til avlúsing. Vit vita at seiður og annar fiskur nálgast upp at alibrúkum og meskar sær í alilaksafóðuri, og eisini fær í sær vandamikla nervaeiturið.

Spurningur er settur Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hvussu fólk skulu fyrihalda seg hesar goðveðursdagar á seiðabergi ella á firðunum við dorg ella tráu og royna sær eftur góðum seiði, sum gamal siður er, og fáa innanborða ovurfeitan seið, ið just hevur eti heiluvágsviðgjørt fóður.

Á fleiri firðum er vandamikla nervaeiturevni brúkt fyri fáum vikum síðan.....so, her íkemur ein álvarsom heilsuhóttan frá alivinnuni, og har púrt eingin kunning verður givin frá tí almenna.

Um fólk kunna seg á heimasíðuni hjá HFS innan tey fara í fjørðin, man verða meir enn bara eitt sindur ivasamt.

Heilsufrøðiliga svarar neyvan fyrr enn eftir summarfrítíðina og kunnu fólk so inntil tá fiska seið o.a. ið hevur í sær vandamikið nervaeitur.

Kári Thomsen

Les meira her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo