Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ákærumyndugleikin hevur nú kunngjørt sítt krav um dóm til danska stórreiðaran, Henning Kjeldsen frá Skagen, sum er ákærdur fyri at hava snýtt við kvotum.

Fleiri danskir reiðarar sita á ákærubeinkinum, og samlað vil bakmanspolitiið hava teir dømdar at gjalda millum 205 og 206 milliónir krónur. Hesir hava allir tað í felag, at Henning Kjeldsen hevur veruliga valdið í feløgunum, sum teir eru stjórar fyri, heldur bakmanspolitiið.

Høvuðsákærin, Ane Kallmayer Bach, hevur sagt við danskar miðlar, at hetta er nógv stórsta málið av sínum slagi í danmarkarsøguni.

Henning Kjeldsen er ákærdur fyri at hava brotið donsku fiskivinnulóggávuna árini frá 2013 til 2019. Millum hini, sum eisini eru ákærd, eru fleiri av næstringum hansara, eitt nú konan og fostursonurin.

Øll nokta seg sekan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo