- Føroyar skara framúr í dag sum tann skyggjandi fyrimyndin hjá øllum heimsins alarum. Her er vinnan ikki merkt av umdømisskaða í almenna rúminum. Prísur og framleiðslukostnaðurin eru bæði fleiri bátslongdir frammanfyri kappingarneytarnar. Lønsemið er í egnari liga. Lágt svinn, lágur fóðurfaktor og ekstra høgt omega 3-innihald. Listin av reypi er langur.
Hetta er inngangurin til grein hjá norskum iLaks-journalisti, sum hevur verið á vitjan í Føroyum. Og journalisturin hevur aftur greinarøð í dag út frá samrøðu við Atla Gregersen, stjóra í Luna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo