Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bygma Balslev hátíðarhelt leygardagin 110 ára stovningardag felagsins við alskyns tiltøkum á økinum hjá Balslev í Hoyvík. Har var sjónleikur, tónleikur og hornblástur og Jógvan Arge, varaborgarstjóri, helt røðu um søguna hjá føðingardagsbarninum. 

“Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt handilsfelag í Føroyum heldur sín 110 ára dag. Bygma Balslev er á hesum degi ein av teimum stóru handilsfyritøkunum í Føroyum. Virksemið í fyritøkuni hevur verið ymiskt, men seinnu árini hevur Balslev lagt mesta dentin á timburhandil og byggimarknað burturav. 

Bygma Balslev húsast nú á 25.000 fermetrum her uppi í Hoyvík. Av teimum eru 6.300 undir taki. Her hevur ligið væl fyri at menna fyritøkuna síðani 1979, tá sloppið varð burtur úr teimum hugnaligu, men trongu umstøðunum niðri á keiini. 

Felagið varð stovnað sum Balslev & Goos í Keypmannahavn í 1906. Tað vóru danirnir Søren Goos og Johan Balslev, sum tóku fyrstu stigini. Teir høvdu eina hugmynd um at reka vinnu og handil í Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Noregi. 

Søren Goos setti seg eftir eina kanningarferð í útnorði niður í Keypmannahavn sum íslandskeypmaður. Í 1908 saltaði hann sild á Siglufirði, og í 1912 var eisini Johan Balslev har yviri. Nú bygdu Balslev & Goos eina verksmiðju at bræða lýsi úr sildini á Siglufirði, og seinni keyptu teir eina verksmiðju aftrat. 

Árini eftir fyrra kríggj vóru vánalig, og sumt av virkseminum datt niðurfyri, men í 1930 fór Sørin Goos at gera lakress og lakresskonfekt á eini verksmiðju í Keypmannahavn. 

Til Føroya í 1927 

Føroyar komu upp í leikin í 1927, tá stjórin Anker Jørgensen varð sendur higar at lata upp eina deild. Byrjað varð í einum lítlum høli á Hotel Thorshavn við Áarstovu og síðani varð farið oman í Vágsbotn. Fyrsta stóra takið varð tikið miðskeiðis í 30unum, tá stórur bygningur til goymslu og skrivstovu varð bygdur á havnarøkinum eystanfyri. 

Tikist varð við import og export, heilsølu og reiðaravirksemi eins og kol- og timburhandil. Longu í 1928 sendi Balslev dampara til Grønlands við útgerð til fiskiflotan og at taka móti fiski frá sluppum og skonnartum at føra á marknað. A.P. Møller lat byggja tvær fransaskonnartir, sum partafelagið Mærsk í Føroyum átti. 

Balslev & Goos reiddi tær út. Skipini vóru “Marité” og “Loytnanturin”, sum førdu mangan góðan fongin heim av fjarleiðum. Balslev hevði trý smá skip aftrat og avroknaði mangar fiskimenn eins og útisiglarar hjá Mærsk. 

Í 1950unum og 60unum var Balslev uppi í grønlandsútróðrinum. Felagið hevði alt á goymslu, sum útróðrarmenninir máttu hava við sær yvir á berar klettar í Grønlandi - frá timbri og cementi til kol, mat og arbeiðsklæðir. Saman við útróðrarmonnum hevði Balslev partafelagið Royndina, sum stílaði fyri útróðrinum í Borgshavn og Kangarssuk í nøkur ár. 

Alt tilfarið varð keypt gjøgnum Balslev, tá Føroyingahavnin varð útbygd i fimtiárunum. Farmaskipið “Knausen” varð lastað við 2000 tonsum av tilfari at sigla til Grønlands. Tá var elsti Madsen á Balslev heitur um skallan, men við eini avtalu um, at ein triðingur varð goldin, áðrenn skipið fór úr Keypmannahavn, ein triðingur, tá tað fór úr Skagerrakkinum, og ein triðingur, tá tað kom til Grønlands, kundi skipið loysa í  Keypmannahavn.

Av keiini til Hoyvíkar 

Partafelagið Balslev & Co, sum er tað navnið, ið felagið hevur havt mestu tíðina, varð stovnað í 1934 at tryggja, at virksemið í Havn ikki kom í trol við virksemið hjá móðurfelagnum í Keypmannahavn. Í 1984 varð alt virksemið flutt til Havnar og rikið í felagnum Balslevs Timburhandil og Byggibúð. 

Tíðin á Eystaru bryggju var spennandi. Har var úr at gera. Har komu øll skipini úr útheiminum og úr Føroyum. Har skuldi nógv lossast og knossast og nógv fólk var í arbeiði. Bestu tíðindamenn tá á døgum vóru tey, sum arbeiddu á keiini og fólkið, sum Balslev hevði á keikantinum, var ikki aftast í tíðindaflutninginum. 

Nógvir originalar vóru millum arbeiðsfólkið, og hvør hevði sítt. Arbeitt varð við sveittabroti, men dúgliga varð eisini skemtað, ikki minst í kaffivogninum og kaffistovuni. Eina langa tíð, bæði niðri á keiini og heruppi, átti Balslev formannin og næstformannin í Havnar Arbeiðsmannafelag. Karl hjá Talis og Diaba vóru ikki altíð líka mjúkir at strúka, men sum so mangir aðrir høvdu teir síni lívsstørv her. 

Tíðin á keiini fekk ein enda, tá Tórshavnar kommuna traðkaði nýggjar leiðir. Nógv virksemi á havnarøkinum og í býnum annars varð í sjeytiárunum flutt niðan á Háls og longur niðan. 

Balslev fall í lut at keypa stykki í Hoyvík. Her hevur felagið húsast síðani 1979. Her hava verið góðir arbeiðsmøguleikar, og virksemið hjá timburhandlinum er víðkað javnt og samt við byggibúð, handverkarabúð og fleiri.

Eigaraskifti hava verið. Trý ættarlið Madsen áttu Balslev til 2008, tá tann yngri Adam Madsen valdi at selja til stóru donsku fyritøkuna Bygma, ið hevur einar 60 handlar í Danmark, Svøríki og Íslandi. Hetta sæst aftur í navninum Bygma Balslev. 

Stjórin Bent á Lava sigur í ritinum, sum kom í húsini, at fleiri ættarlið av handverkarum og privatkundum hava verið viðskiftafólk hjá Bygma Balslev hvørt eftir annað. “Tað samband, sum okkara dugnaligu starvsfólk hava fingið við viðskiftafólkini, er lykilin til, at vit hava kunnað betrað um úrvalið og ta tænastu, sum vit leggja so nógva orku í at menna”, sigur stjórin á hesum stóra degi.

Tað eru hugagóð leiðsla og starvsfólk, sum bjóða til 110 ára føðingardagshald her í dag. Sum varaborgarstjóri fari eg at ynskja Bygma Balslev til lukku við degnum og góðan byr í framtíðini. 

At enda fara vit í felag at rópa eitt leingi livi fyri Bygma Balslev! 

Í Hoyvík 3. september 2016

Jógvan Arge varaborgarstjóri 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo