Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Fólk hava sent klagur úr Ánunum, úr Runavík, Saltangará, Strondum, Kollafirði og av Signabø.

Soleiðis skrivar felagið Heimafriður í eini dagføring á facebook í dag, eftir at manningin á einum skipi í Kollafirði eftir øllum at døma var farin at banka rust klokkan 7 í morgun.

- Heilidagar eru hvílidagar. Hendan vikan eitur enntá “Stilla Vika”. Paradoksalt liggja fleiri av teimum skipum, sum javnan elva til misstrivna og ófrið heima hjá fólki, við bryggju fleiri staðni í Føroyum og órógva, skrivar Heimafriður.

VP hevur vent sær til løgregluna, men har er ongin klaga komin um gang, sigur vakthavandi.

Annars er halgidagslógin rættuliga greið, og nevnir beinleiðis Skírisdag sum ein av døgunum, tá friður skal valda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo