Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

At gera sær ómak er sambært orðabókini stríð, baks, ampi, - men tað kann eisini vera at leggja sær eina við. Og vit mugu ásanna, at peningastovnar leggja sær eina við og stríðast fyri at taka fleiri og fleiri gjøld frá Føroya fólki.

Leiðslunar í peningastovnunum gera sær so stóran ómak, at bankarnir hava tjent meira enn 300 milliónir um árið í ómaksgjøldum.

Inntøkurnar fyri ómaksgjøld eru vaksnar úr 100 milliónum í 2010 uppí 300 milliónir í 2020.

Starvsfólkini við kassan í peningastovnunum hava ikki ábyrgdin. Ábyrgdin liggur hjá leiðslunum.

Tí hava vit í Tjóðveldinum lagt uppskot fyri tingið um at bankarnir skulu ikki sleppa at taka gjald, tá fólk taka fara inn í peningastovnin at taka pening út. Uppskotið skal til viðgerar í dag. Onkur av bankunum tekur 50 krónur fyri henda ”ómakin”.

Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo