Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talva frá sendingini Búskapur & Vinna mikukvøldið 2. Februar 2022.

Talva frá sendingini Búskapur & Vinna mikukvøldið 2. Februar 2022.

Búskapur & Vinna: Í øðrum parti av Búskapur & Vinna, nýggju aktualitetssendingini á Rás 1, bleiv sjóneykan sett á bankageiran, har umboð fyri teir báðar stóru bankarnar umrøddu tey rák, ið bankarnir mugu taka støðu til. Talgilding, grøna orkuskiftið, altjóðagerð og negativar rentur eru nøkur av avgerandi rákunum. Í ár er ein vaksandi inflasjón og vandi fyri rentuhækking eisini komin á dagsskránna.

Ongin munur á bústaðarhandli á bygd og í bý
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, bleiv eisini spurdur um bankin gjørdi mun á býunum og bygdunum, tá bankin veitir lán til bústaðir. Her gjørdi bankastjórin greitt, at tað í fyrsta lagi er munur á nýbygging og bústaðarhandil. Í seinna førinum við bústaðarhandlum vil ongin munur vera á fíggingarmøguleikunum á bygd og í bý, tá keyparin kann læna eitt ávíst prosent av handlaða marknaðarvirðinum, óansæð staðseting.

Vandin fyri tapi viðførir mun á nýbygging
Tá lántakarin hinvegin keypir sær grundøki til at byggja nýtt, kann munur vera á, hvussu nógv fígging fæst til at byggja fyri á bygd í mun til í býunum. Fyri at forklára munin tók bankastjórin fram tvey dømir, eitt á bygd og eitt í bý. Í hesum hugsaðu dømunum er byggikostnaðurin í býnum 4,5 milliónir krónur ella eina hálva millión hægri enn á bygd, tí grundøkið er dýrari. Her vil onkur kanska halda, greiddi Árni frá, at lántakarin á bygd eigur at kunna fáa somu lutfalsligu fígging, t.e. 90% av byggikostnaðinum.

Men um nú bankin gjørdi tað og veitti 90% í lán í báðum førum, vildi húski á bygd lænt 3,6 milliónir krónur. Trupulleikin kann tá vera, at marknaðarvirðið á lidna húsinum ikki neyðturviliga svarar til byggikostnaðin á bygd. Í hesum hugsaða døminum er marknaðarvirðið 2,4 milliónir krónur, sum ger, at eitt tílíkt húski hevði verið tekniskt insolvent, tá tey flyta inn í húsini. At vera tekniskt insolventur merkir, at ognirnar eru minni verdar enn skyldurnar. Í hesum førinum hevði kundin eina eginogn á 400.000 krónur, tá viðkomandi fór undir at byggja á bygd, men aftaná er eginognin minus 1,2 milliónir krónur.

Sambært Árna Ellefsen hevur bankin skyldu til at hyggja eftir marknaðarvirðinum eftir bygging, tá bankin metir um lánistøddina og váðan í láninum. At bankin altíð vil ráðgeva kundunum til ikki at seta seg í størri skuld enn tey hava av ognum. Her verður bankin ofta møttur við atfinningini, at fyri tað um kundin býr á bygd, hevur viðkomandi líka góðan møguleika fyri at afturrindað lánið sum í býinum, tá inntøkurnar eru tær somu.

Hjúnarskilnaður kann gera kundan insolventan
Og tað er rætt, sambært Árna, men bankin má eisini taka hædd fyri, at tað kunnu koma broytingar fyri í viðurskiftunum so sum hjúnarskilnaður, arbeiðsloysi hjá øðrum partinum ella sjúka. Hetta viðførir so, at lántakarin ikki megnar at yvirhalda sínar skyldur og er noyddur at selja ognina. Í býnum vil lántakarin tá kunna selja húsini og hava pening til at rinda lánið, meðan lægra marknaðarvirðið í smærru bygdunum vil gera, at húskið stendur eftir við eini skuld. Tað er júst hesa støðuna, bankin vil sleppa bæði sær og kundunum undan.

Ásetta marknaðarvirðið er ikki álagt av nøkrum myndugleika, men verður gjørt av metingarfólki í samband við lántøkuna og leypandi tillaga marknaðarviðurskiftini. Her vísti Árni Ellefsen á Eysturoynna sum eitt gott dømi um, at sethúsaprísirnir síðstu tvey árini eru hækkaðir munandi, sum aftur ger, at bankin kann fíggja munandi størri part av nýbygging.

Sendingin Búskapur & Vinna verður send á Rás 1 í Televarpinum mikukvøld klokkan 19:00 og endursend sunnukvøld klokkan 19:30. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, er vertur í sendingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo