Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Muturfongdir politikarar, narkotikabrotsmenn og oligarkar hava leingi verið ímillum størstu kundarnar hjá einum av heimsins størstu bankum, Credit Suisse, tað vísa nýggj skjøl sum eru likin úr bakanum til miðlar sum Süddeutsche Zeitung og New York Times.

Skjølini avdúka loynidómar um yvir 18.000 kontur í bankanum. Tilsamans vóru yvir 100 milliardir dollarar á hesum kontum, sum verða settar í samband við óreglugligt virksemi og hvíttvasking av pengum.

Sagt verður, at hóast Sveis fyri fleiri árum síðani bant seg til at halda avtalur um ikki at samstarva við kriminellar kundar, so verður avtalan minni enn so altíð hildin.

Sjálvur sigur bankin, at upplýsingarnar eru frá eini farnari tíð, og at tingini eru nógv broytt í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo